Fróðskaparrit - 01.01.1956, Qupperneq 20
28
Tuberklamir í Føroyum í 19. og 20. øld
tá á døgum her í Føroyum vóru Danir. Og vóru teir ikki
tað, so høvdu teir lært í Danmørk. Okkum má tí vera loyvt
at miða okkum eitt sindur eftir tí, sum sagt verður um
donsk tøl frá sama tíðarskeiði. Vit hava hoyrt, at skyldan,
sum løgd var á danskar læknar at boða frá tuberklum
longu 3 ár seinri varð avtikin. Hetta gevur okkum ongar
góðar vónir. Og hann, sum mest hevur handfarið hesi
donsku tøl (Carlsen 1912, 1916) skrivar ógvuliga atfinm
ingarsamt serliga um fráboðanina av nýggjum tuberklatih
burðum og tað stóra og møtismikla arbeiðið, sum gerast
mátti, áðrenn nakað kundi fáast burtur úr tí. Hann sigur
bart út, at alt hetta tilfarið ber sjónsk merki um, at nógvir
læknar hava ført hesar listar og hesi oyðubløð við lítlum
áhuga og sera óvandaliga, og at stórur partur av embætis«
læknunum hava kent skylduna at skriva hetta tilfarið av
sum eitt strævið starv aftrat tí arbeiði, teir longu høvdu,
og tí hava teir sloppið sær undan tí stríði, sum hevði staðist
av gjøllari at kanna og bøta um tað tilfarið, sum teimum
varð sent. Hann metir viðvíkjandi nýggjum tilburðum av
tuberklum, at frá V3 og upp til '/2 av øllum tilburðum,
sum læknar vitstu um, kortini ikki eru fráboðaðir, at tey
innkomnu tølini eru ein uppaftur minni partur av teimum,
sum í royndum eru sjúk, og at skilið er vánaligast, meiri
bygdalig viðurskiftini eru. Og um fráboðað andlát av tu*
berklum sigur hann, at eingin ivi kann vera um, at tølini
av bygd liggja ógvuliga langt undir teimum beinu tølunum,
og liggja veruleikanum enn fjarri enn tølini á nýsjúkum
gera. Størst eru brekini eftir hansara royndum í yngstu og
elstu aldursbólkunum. Hann tekur aðrastaðni saman um
aftur og sigur, at í minsta lagi lh av øllum tuberklasjúkum
koma ongatíð uppí tey fráboðaðu tølini, ja, líkt er til, at
út við helvtin av teimum tuberklasjúku, sum læknarnir vita
um ongatíð koma uppí tey almennu hagtølini.
Var skilið so ringt í Danmørk, frægari mundi tað ikki
vera í Føroyum hesi ár og helst eina drúgva tíð framá.
Tølini mugu, serliga viðvíkjandi nýfráboðaðum tí haldast