Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 39
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
47
1. farmynd. Tuberkladeyðin í Føroyum 1881—1955. Meðaltal um árið
uppá 10.000 íbúgvar. (Deaths from all forms of tuberculosis in the
Faroe Islands during the years 1881—1955. Average number per year
per 10.000 population).
er aðalgongdin tann fyri alt strekkið 1881—1955, at tu=
berkladeyðin støðugt hevur vundið uppá seg fram til tíðar*
skeiðið 1901—05 og síðani hevur so verið ein líðandi
minkan. Einki løgið er í tí, at farmyndin upp til 1920 er
óreglulig. Hetta skilst tvørtur í móti væl av tí, sum framm*
anundan er frágreitt tølunum viðvíkjandi. Upp til aldar«
skiftið hava tølini verið ið hvussu er 10 % ov lág, og
haðan og upp til 1920 ið hvussu er eini 33 °/o ov lág, fyri
bæði hesi tíðarskeið kanska allarhelst meiri, hóast vit einki
kunnu siga um hetta fyri púra vist. Tá tuberkladeyðin her
á landi hevur verið í hæddini, í tíðarskeiðinum 1901—05,
eru ivaleyst uppá hvørjar 10.000 íbúgvar deyð í meðal eini
25 fólk um árið. Síðan er farmyndin líðandi fallin. Ikki
heilt líðandi og regluliga kanska, tí hóast sjúkan í mong
ár hevur gingið víða um í oyggjunum, so vita vit, at hon
í tíðarskeiðinum 1900—35 summi ár hevur lagt undir seg
nýggj øki, har hon kanska ongatíð áður hevði verið, og
kann tí okkurt árið støkka upp um ta regluligu gongd,