Fróðskaparrit - 01.01.1956, Side 68
76
Tuberklarnir i Føroyum í 19. og 20. old
smittað við tuberklum, men minni enn so øll gerast sjúk,
tíansheldur fáa so harða og mangan drjúgva sjúku sum
lungnatuberklar, og uppaftur bert ein minni partur doyr
av sjúkuni. Fjøldin av teimum smittaðu vendir bert við frá
tuberkulimnegativum til tuberkulinspositivum. Men sam<
stundis kunnu summi av teimum sjúku ganga ár undan
ári og smitta onnur, og hjá summum av teimum viðvendu,
sum higartil hava verið frísk, kann sjúkan av eini ella aðrari
atvold (t. d. onnur ring sjúka ella vánalig kor, sum veikja
likamið) fáa fótin fyri seg, so tey verða tuberklasjúk, og
summi koma at smitta. Hetta er tí ongatíð ein sjúka, sum
hvørva kann úr einum landi eftir stuttari tíð. Eru sam*
gongurnar oyggja og bygda millum fáar, tá vil sjúkan fløða
og fjarða aftur og fram, verða borin inn á eina bygd nú
og aðra tá og nøkur ár gera meiri ella minni um seg í
hesum bygdum. Kólnar hon út í eini bygd, er hon kanska
í hæddini í eini aðrari. Á henda hátt mugu vit hugsa
okkum, at tuberklarnir — kanska í øldir — hava sløðst um
landið. Men í seinasta fjórðingi av 19. øld og drjúgvum
triðjingi av 20. fekk tuberklasmittan líkindi at breiða seg
út um alt landið, so víða sum smittuvánirnar vóru til (fyrst
og fremst smittuberar umborð á skipi) og taka tí so fast,
sum fólkatilfarið var til (tuberkulimnegativ ella positiv).
Ikki kom hon allastaðni ísenn, vita vit, men skeivt er tað
ikki at seta fram, at hon longu seinast í 19. øld við tí í
stórum vaxandi skipatalinum alt í einum fekk allan tann
partin av fólkinum, sum var tuberkulinsnegativur, í at velja.
Talið á nýsjúkum má tí vexa øðiligt hesi seinastu 10—20
árini av 19. øld (og hesum vexur nøkur ár á baki deyða*
talið). Men tá smittan er sloppin fram at alla staðni, ganga
bert heilt fá ár, til tess at sjúkan eisini er komin i hædd*
ina. — Hugsa vit okkum nú, at fólkanøringin tá steðgaði,
aftaná at sjúkan hevði sloppið at borið við hvørt kykt í
landinum, so hevði sjúkan eftir fáum árum doyð út, og
— eftir tí vit vita í dag — hevði hetta hent eftir einum
5—15 árum. Tann partin av íbúgvunum — hina stóru fjøld=