Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 97
Caigeann og køkja
105
at nevna, at eisini íslendingar hava køkt seyð, tó øðrvísi
enn føroyingar, og orðini, teir nýta í hesum viðfangi, eru
av norrønum uppruna. «Køkju» kalla íslendingar bendlur
(sagt: bæl: Yr) ella samlokur — bæði orðini eru kvenn*
kynsorð í fleirtali — og «at køkja»: «að bendla». Blóndal
(1920—24) hevur (av Vestfjørðum): «bendlur, f. pl., hunfár
fæstede til hinanden ved at en stang er bunden til hornene,
for at det ene ikke skal løbe bort, «fárekobbel»», og (úr
sama stað, sí bls. 1011 b): «bendla, v.,: spec. (binda saman
2 ær á hornunum) sammenkoble 2 fár ved hornen». Orðið
samlokur, f. pl., í somu merking sum «bendlur» hevur Blóní
dal av Suðurlandi, men hetta orðið er, sum eg havi fingið
at vita frá ritstjórnini á hini stóru íslendsku orðabókini,
víðari nýtt fyri eystan. At enda skal eg siga, at Jónas Jón=
asson (1945, bls. 171) ikki hevur nakað navnorð (fyri køkju),
men annars greiðir hann soleiðis frá køking í íslandi: «Oft
voru tvævetlur óeirnar og vildu leita til afrettar. Var Joá
stundum tekið j?að ráð, að bendla j5ær verstu við eitthvert
dauðyflið, sem aldrei hreyfði sig. Var jsað gert j)annig, að
járnkengur var festur í annað horn á tveimum ám, hið
vinstra á annari, en hið hægra á hinni Síðan var prik, svo
sem 5 kvartila langt, fest með járnkengjum í kenginn á
hornunum, og voru j>ær svo fastar saman. Fór oftast svo
að sú lata rollan hafði aftur af hinni óstilltari.»
Siðurin at binda saman tveir seyðir í tjóðri er helst til
í mongum londum. Eg skal her bert siga fá orð um siðin
í Danmørk. G. Begtrup (1803; II, 428) sigur so frá slíkari
tjóðring: «Siden Udskiftningen tøire Bønderne deres Faar.
Tvende kobles sammen ved en Stang med Lægne midt paa,
hvortil Tøiret hæftes.» Orðið «lægn(e)» (í hini stóru donsku
orðabókini skrivað «legende») er í formi sama orð sum
«leikindi» á føroyskum, men merkingin er «svøvil». Tílíkir
svøvlar eru í seinnu tíðini av jarni («en jernring med tre
lægnsøm i», Feilberg), men áður høvdu teir, t. d. í Vend*
syssel, fjøl við trimum holum í (sbr. «caigeann bhrágadh»
á South Uist). Sí 3. mynd, sum er tikin úr Feilbergs jútsku
8