Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 100
Føroyski leypurin.
Leypamál — Leypurin sum amboð.
Eftir Jóharmes av Skarði.
FORMÆLI
Hetta er seinna greinin um føroyska leypin. I hini fyrru
greinini um leypin7) er boðað frá, at henda greinin skuldi
vera í tveimum pørtum: 1. Leypamál í sambandi við onnur
mál, t. d. kannubæra og fimting o. o. og 2. Leypurin sum
amboð í arbeiðslívinum. —
Undirstøðan undir greinini eru svør uppá spurnarbløð
frá 31 fólkum í 29 bygdum, umframt nakrar egnar upp=>
tekningar. Bygdimar, ið svørini eru komin frá, eru hesar,
skipaðar eftir sýslum:
Norðuroya sýsla:
Eysturoyar sýsla:
Streymoyar sýsla:
Vága sýsla:
Sandoyar sýsla:
Suðuroyar sýslurnar
Arn., Ha., Ki„ Kl„ Ku„ Mi. og Við.
Ei„ F„ Gj„ Nsk. og Ská.
Hall., He„ Hó„ Hoy., Ko„ N„ Nd. ogT.
G„ Mv. og My.
Da„ Hú„ Sd. og Skú.
Hv. og Svk.
Myndirnar 1, 2 og 5a og b hevur Kristoffer Kristoffersen
teknað, 5a eftir frásøgn Niclasar Joensen, Tórshavn<Dali;
mynd 5c hevur Curt von Jessen teknað. — Tikið ljósmynd*
irnar hava Kári Petersen (myndirnar 4 og 9), Tage Christb
ansen (myndirnar 7 og 8), Líggjas Eliasen (mynd 6) og
høv. sjálvur (mynd 3).