Fróðskaparrit - 01.01.1956, Síða 121
Føroyski leypurin
129
Úr støðni varð so fiskurin borin til hús í leypinum, ella
í handilin. — Summir, teir komu aftur, serliga har stutt
var at neystunum, fóru fyrst til húsa at fáa sær heitt at
drekka, og høvdu so leyparnar oman aftur við sær. —
Onkustaðni var langt at bera úr støðni og til húsa, ella í
Mynd 6. í støðni í Mikladali. Menninir eru útrónir og leyparnir
teggjaðir upp á kneysar og kongar í berginum.
handilin, t. d. úr Borðoyarvík og út á Biskupsstøð, ella út
í Klakksvík. Og var ikki lendandi inni á víkini, noyddust
teir ofta at bera fiskin uttan av Oyri til handilin á Biskups*
støð, 2,8 km, ella úti í Klakksvík, 3,6 km. — Fiskaleypur
er tyngri at bera enn torv* og tøðleypur.
Á dyrging høvdu teir vanliga ikki leyp við í bátinum.
— Tó hendi seg, teir høvdu ein lítlan dyrgingar* ella seiða«
leyp við, serliga til nærhendis dyrging, ella tá ið báturin
var nýliga bræddur. — Við nótakast vórðu leypar brúktir
at mála seiðin í (t. d. T., Kl., Ho., Ko., Mv„ Svk.). Hesir
vóru størri enn byrðarleypur — í Hovi var tað sjeyífimt*