Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 124
132
Føroyski leypurin
eggjaleypi. Teir høvdu so nógvar leypar við, sum teir
væntaðu fong. — Helst tøðleypar (Við.) — Hesum eggjum
skal farast varligari við enn við lomvigareggjunum, tí tey
eru veikari. Tí løgdu teir gras ella mosa ímillum eggini,
og tað galt um, at leyparnir vóru sterkir og stívir, so teir
ikki góvu seg. — Tá ið teir taka havhestaungar í bjørg*
Mynd 8. Ræning í Skúvoy, línan verður borin.
unum (t. d. í Da.), hava teir eisini leyp at bera teir í, og
til gamlan havhest (Skú.).
Fluttningur av ymissum slag.
I leypi varð flutt alt handa slag ímillum bygda, ikki
minst krambavørur, ella kramarhúsvørur, har ið eingm
handil var, og soleiðis verður hann brúktur enn har, ið
vegur ikki er til aðrar bygdir. Hetta hevur ofta verið loka*
leypar, men eisini vanligur rimaleypur ella tættleypur. —
Har ið flaktur fiskur varð fluttur til turkingar í fjøru, ofta
við báti, bóru teir ofta í og úr bátinum í leypi; teir sum
áttu grótleyp, nýttu hann. Hetta tó bert, har illa bar til at
brúka fiskabøruna (Kl.). — Eisini hava teir borið seyð í
leypi, annaðhvørt tí at seyðurin hevur verið veikur og ikki