Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 145
Víkingaaldargrøv í Tjørnuvík.
Eftir Sverra Dahl og Jóannes Rasmussen.
Inngangur.
Fyrstu víkingagrøvina í Føroyum kom ein smádrongur
fram á — ikki í einari av bygdunum nevndar eru í Før<
oyingasøgu, men í lítlari, fjarskotnari, illa atkomuligari
bygd, har ongar sagnir siga frá fornari búseting — í Tjørnuvík.
Hetta gekk soleiðis til. Ein dagin í apríl 1955 spældu
smádreingir, sum so ofta fyrr, í einum sandeyga uttanfyri
bøgarðin har menn o. u. 1930 gjørdu veg til Víkar. Dreing*
irnir bygdu sær «rekahús» t. e. smáar grótgirðingar at goyma í
sprek o. a. teir finna á sandinum. Nú ein teirra, tann 11
ára gamli Hans Esbern Heinesen tekur stein úr beninum,
sær hann á bein innanfyri; leggur hetta í stundini inn aftur
og fer heim at siga faðir sínum Jacob Heinesen frá. Hesin
fer sum vera man at vita, hvat ið tað er, sonurin er vorðin
varur við, heldur tað vera mannabein og laðar tí væl upp
fyri.
Sama heystið, tá Leif Dahl, lækni á Eiði, er í bygdini,
taka teir beinini út aftur. Læknin ásannar at hetta eru
mannabein og biður Heinesen um at boða Fornminnis=
savninum frá.
Á sumri aftur verður staðið rannsakað við tí úrsliti, at
vit tann 25.5. 1956 fingu fram fyrstu vissu víkingagrøv og
í hond fyrsta vissa víkingaaldargripin, ið higartil er funnin
sum gravfæ í Føroyum.
11