Fróðskaparrit - 01.01.1956, Side 152
160
Víkingaaldargrøv í Tjørnuvík
í lítlari rúgvu. Tey eru: høgri lærleggur, brot av vinstra
lærleggi, brot av høgra langleggi.
Høgri lærleggur var eisini brotin, men øll brotini eru til
og vísa, 39,5 cm langan heldur klæntrasligan legg.
J. Balslev Jørgensen, dr. med., hevur gjørt okkum tann
beina at kanna lærleggin og sigur hann, at leggurin er av
tilkomnari konu, sum hevur verið 155 cm høg.
Uttanfyri grøvina lá 7,9 cm long flís av øðrum knæsbóta=
legginum (4. mynd nr. 1). Undir tí fyrr nevnda malar*
grótinum fyri vestara enda lógu fúnaðar leivdir av hælbeini
og liðendar, helst av øklunum (4. mynd nr. 2). Beinleivdir
vóru eisini at hóma undir næsta steini, men einki sást
skilliga, av tí at tær beinan vegin vórðu dust; hetta man
vera hin fóturin (4. mynd nr. 3).
Farvegur av viði var ongar staðir at síggja, heldur ikki
av beinum fyrr enn undir eystasta steini. Har (4. mynd
nr. 4), lógu fúnaðar leivdir av skøltinum, sum tað eydnaðist
at fáa upp allar, við at herða tær so hvørt sum tær vórðu
penslaðar fram (5. mynd).
Niður eystur frá steininum omaná skoltinum lá, innvavd
í plantutægrir, lítil beinmolarúgva saman við rustklumpi,
sum einki sigst um. Beinmolarnar hevur steinurin brotið
av skøltinum og haft við sær, tá ið hann bóltaði.
Gjøllari rannsókn á Fornminnissavninum*) hevurprógvað,
at allar tenn, uttan aftasti høgri jaxlur í ovara munni, eru
ella hava verið til, og at tær allar tykjast at vera frískar,
men nógv slitnar.
Undir bollanum vóru skilligar aldutar rukkur av einum«
hvørjum, sum nú var heilt fúnað burtur.
í beninum (2. mynd) sæst, at teir hava grivið djúpari í
vestara enda enn í eystara; hetta kann vera gjørt við vilja
fyri at høvdið skuldi liggja hægst.
Longdin á líkinum í leguni er — 1,35 m og tað vendir
í landnyrðingeystan—útsynningvestan.
*) H. D. Joensen, landslækna og Magnus Jensen, tannalækna, ið hava
kannað bein og tenn, veita vit tøkk.