Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 158
166
Víkingaaldargrøv í Tjørnuvfk
2 á Katanesi=Sutherland, 5 í OrknoyumíHetlandi, 15 í
íslandi*) og nú 1 í Føroyum.
Eisini í íslandi eru ringprónar bæði í kvinnu=> og manns*
grøvum.
Ringprónur okkara er næst skyldur fimm av teimum
fimtan íslendsku prónunum og einum á oynni Eigg vestan
fyri Skotland11). Serliga líkur er hann tveimum av teimum
íslendsku: tí frá Hafurbjarnarstøðum1) og nr. 5396 á j)jóð=
minjasafninum6). Báðir eru úr bronsu; hin fyrri 150 mm
langur, nálin rund, á høvdinum eru hornini sneidd og
valknútur báðumegin. Á hinum seinra er valknútur framm*
an; sniðbandið omanfyri klingruna. Nálin er rund í erva,
niðast ferstrend.
íslendsku prónarnir eru allir frá 10 øld*).
Alt ber í tað borð, at teir 5 íslendsku prónarnir og tann
føroyski hava uppruna í skotsk=keltiska umhvørvinum; tí
at allur dámurin er keltiskur og, sum sagt, hetta prónaslag
tykist vera ókent í hinum Norðurlondum men er til í Skot=
landi11).
Hesir prónar munnu tí vera gjørdir eftir keltiskari fyrU
mynd12) í norrønu víkingabygdunum har suðuri og haðan
komnir til fslands og Føroya einaferð í 900 árunum.
Síðan hesin útgrefstur fór fram eru á sama staði komnar
undan aðrar smáleivdir av beinum. Tá lendið er so vorðið,
at einki er til hindurs fyri, at fleiri gravir eru í oyrini,
verður hildið fram við útgrefstrinum til hon øll er rannsakað.
SUMMARY
Close to the village of Tjøvnuvík, the northernmost village in Streym-
oy, a grave from the viking period has been unearthed (Fig. 1). This
is the first burial find in the Faroes from the viking period.
Figures 2 and 3 show sections through the excavation. The grave is
to be found in stratum B, the then surface of the ground.
Figure 4 shows a plan of the grave.
*) Kristján Eldjárn, fjjóðminjavørður, hevur sagt frá hesum í brævi,
Honum takka vit fyri vælvildarhjálp.