Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 23
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
31
Tá saman um kemur, er tað tí ógvuliga líkt til, at
1879—98 eru í øllum Føroyum av tuberklum í øllum likamsí
lutum deyð umleið 400 fólk. Kanna vit 2. talvu, síggja vit,
at har standa bert 363 deyð.1) Eini 36—37 fólk eru tí eftir
tí, vit nú vita frá úrleiðingunum omanfyri, farin heilt burtur
ímillum. Ella vit kunnu skilligari siga tað so: Skulu vit
meta um, hvussu nógv veruliga eru deyð av tuberklum í
tíðarskeiðinum 1879—98, man vera neyðugt at leggja umleið
10°lo aftrat tølunum í heilsulagslýsingunum.
Hvussu hevur so síðan gingist við hesum tølum á teim^
um deyðu, kunnu vit spyrja. Eru tey vorðin væl tryggari?
Aftur her eru rannsóknir Rasmussens (193 la) førar fyri at
geva okkum svar, við tað, at hann setti sær sum uppgávu
at kanna, hvussu álítandi deyðaváttanirnar fyri tey deyðu úr
Eiðis læknadømi vóru fyri tíðarskeiðið 1899—26. juni 1920.
Úrslit hansara var, at av Føroyingum í Eiðis læknadømi doyðu í
hesum tíðarskeiði við vissu 66 fólk av tuberklum: 54 av lungnatu-
berklum, 7 av tuberklum í heila- og mønuserki, 3 av tuberklum í beina-
grindini, 1 av nýrnatuberklum og 1 av tuberklum í hálseitli umframt
samstundis i heila- og mønuserki. Men tað, sum er stak áhugavert, er
hetta, at av hesum 66 vóru einans tey 44 at finna aftur í teimum kunn-
gjørdu heilsulagslýsingunum. Ikki færri enn 22 eru gloppin burtur
ímillum, tí tey undir handfaringini hjá embætislækna og heilsustjóm
annaðhvørt eru tald uppí skeivar bólkar (tey 7) ella ti tey hava fingið
heitið: deyðaatvold ókend (tey 15). — Av teimum 54, sum doyðu av
lungnatuberklum, komu einans tey 40 í rættan bólk, tá deyðaváttanirnar
vórðu taldar upp. Av teimum 14, sum skeivt komu fyri og sum allar
stavaðu frá líkskoðarum, komu 13, har einki árit var frá læknahond,
at verða tald uppí bólkin: deyðaatvold ókend, tann 1, har líkskoðararnir
høvdu skrivað nýrnabruna, fekk av embætislæknanum hesa somu skeivu
deyðaatvold nýrnabruna, og varð tald uppí tann sjúkrabólkin. — Tey
7 við tuberklum í heila- og mønuserki komu øll skeivt fyri. 3 av hesum
høvdu deyðaváttan frá líkskoðarum og einki læknaárit. 1 av hesum kom
uppí bólkin: deyðaatvold ókend, men hini 2 komu saman við teimum
’) Órættað eftir heilsulagslýsingunum var talið upprunaliga 360. Smb.
viðmerkingarnar til talvuna síggja vit, at aftrat hesum vóru 5 deyða-
váttanir frá likskoðarum uttan læknaárit, og at hesar ikki eru uppítaldar.
Eisini er har frágreitt, hvussu talið 363 er uppkomið.