Fróðskaparrit - 01.01.1956, Síða 23

Fróðskaparrit - 01.01.1956, Síða 23
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld 31 Tá saman um kemur, er tað tí ógvuliga líkt til, at 1879—98 eru í øllum Føroyum av tuberklum í øllum likamsí lutum deyð umleið 400 fólk. Kanna vit 2. talvu, síggja vit, at har standa bert 363 deyð.1) Eini 36—37 fólk eru tí eftir tí, vit nú vita frá úrleiðingunum omanfyri, farin heilt burtur ímillum. Ella vit kunnu skilligari siga tað so: Skulu vit meta um, hvussu nógv veruliga eru deyð av tuberklum í tíðarskeiðinum 1879—98, man vera neyðugt at leggja umleið 10°lo aftrat tølunum í heilsulagslýsingunum. Hvussu hevur so síðan gingist við hesum tølum á teim^ um deyðu, kunnu vit spyrja. Eru tey vorðin væl tryggari? Aftur her eru rannsóknir Rasmussens (193 la) førar fyri at geva okkum svar, við tað, at hann setti sær sum uppgávu at kanna, hvussu álítandi deyðaváttanirnar fyri tey deyðu úr Eiðis læknadømi vóru fyri tíðarskeiðið 1899—26. juni 1920. Úrslit hansara var, at av Føroyingum í Eiðis læknadømi doyðu í hesum tíðarskeiði við vissu 66 fólk av tuberklum: 54 av lungnatu- berklum, 7 av tuberklum í heila- og mønuserki, 3 av tuberklum í beina- grindini, 1 av nýrnatuberklum og 1 av tuberklum í hálseitli umframt samstundis i heila- og mønuserki. Men tað, sum er stak áhugavert, er hetta, at av hesum 66 vóru einans tey 44 at finna aftur í teimum kunn- gjørdu heilsulagslýsingunum. Ikki færri enn 22 eru gloppin burtur ímillum, tí tey undir handfaringini hjá embætislækna og heilsustjóm annaðhvørt eru tald uppí skeivar bólkar (tey 7) ella ti tey hava fingið heitið: deyðaatvold ókend (tey 15). — Av teimum 54, sum doyðu av lungnatuberklum, komu einans tey 40 í rættan bólk, tá deyðaváttanirnar vórðu taldar upp. Av teimum 14, sum skeivt komu fyri og sum allar stavaðu frá líkskoðarum, komu 13, har einki árit var frá læknahond, at verða tald uppí bólkin: deyðaatvold ókend, tann 1, har líkskoðararnir høvdu skrivað nýrnabruna, fekk av embætislæknanum hesa somu skeivu deyðaatvold nýrnabruna, og varð tald uppí tann sjúkrabólkin. — Tey 7 við tuberklum í heila- og mønuserki komu øll skeivt fyri. 3 av hesum høvdu deyðaváttan frá líkskoðarum og einki læknaárit. 1 av hesum kom uppí bólkin: deyðaatvold ókend, men hini 2 komu saman við teimum ’) Órættað eftir heilsulagslýsingunum var talið upprunaliga 360. Smb. viðmerkingarnar til talvuna síggja vit, at aftrat hesum vóru 5 deyða- váttanir frá likskoðarum uttan læknaárit, og at hesar ikki eru uppítaldar. Eisini er har frágreitt, hvussu talið 363 er uppkomið.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160
Síða 161
Síða 162
Síða 163
Síða 164
Síða 165
Síða 166
Síða 167
Síða 168

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.