Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 10
158
4) Aldulæra.
Um aldur og støddir, ið knýttar eru at aldum. Superpositión og Huygens regla. Afturkasting og bróting.
Interferensur, standandi aldur. Gittar og spektur. Ljóð og hoym. Dopplereffekt.
5) Atomlcera og kjarnalæra.
Kvantisering og fotónir. Røntgengeisling og spektur. Bygnaður í atomi og geisling frá atomum. Atomkjam-
in. Kjamaandgerðir, geislavirkni og fáningarlógin. Helvtartíð. Jónandi geisling og absorptión. Kjamorka,
fissión og fusión. Geisling og heilsuvandi.
6) Serevni.
Seinna árið verða um leið 10 tímar nýttir at lesa eitthvørt serevni, sum næmingar og lærari velja í felag.
Stundir skulu vera at taka samanum viðgjørdu evnini, til at vísa á samanhang og heildarfatan.
3.2 Heiti, tekn og eindir verða sum heild at nýta sum fyriskrivað í alisfrøðiligum formlasavni.
3.3 Lisnar verður 180-300 síður treytað av slagi av undirvísingartilfari.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið helmingin av lisna tilfarinum.
Royndarfrágreiðingar, ið hava tilknýti til uppgivna tilfarið, verða sum heild eisini uppgivnar. Serevnið ella part-
ar av tí verða eisini uppgivnir.
4.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp alt lisna tilfarið og allar
royndarfrágreiðingamar, møguliga frá starvsstovuskeiði, sí fylgiskjal 35.
4.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini em: bøkur, talvur, uppgávur, royndarfrágreiðingar og annað
skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt ella er skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, sum hava verið nýtt í
sambandi við uppgivnu royndimar. Lummaroknari.
4.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur eisini
ábyrgdina av, at bøkur í uppgivna pensum em til taks í fyrireikingarhølinum. Øðmm loyvdum hjálparmiðlum
hevur próvtakarin ábyrgd av at hava við.
4.6 Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum spumingi. Spumingurin kann fevna um fleiri partar av uppgivna
tilfarinum, og spumingamir skulu fevna um alt tað uppgivna pensum. Undir próvhoyringini kunnu verða nýtt-
ar talvur, myndir ella aðrir hjálparmiðlar úr royndarfrágreiðingunum. Spumingamir skulu sum heild fevna um
royndartól við tilknýti til evnið. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær
uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur er ikki loyvt.
5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Støddfrøðilig deild
Hástig
Endamál
6. Endamálið er:
a) at næmingamir fáa ein lykil at skilja heimin og at teir fáa kunnleika til náttúruvísindaligu heimsmyndina,
b) at næmingamir fáa innlit í alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg, sum eru grundarlag undir tøknifrøðini í
okkara tíð, og
c) at næmingamir verða kunnugir við alisfrøðiligan hugsanarhátt og háttaløg.
Undirvísingin
7.1 Málið við undirvísingini er, at næmingamir skulu vita skil á høvuðsøkjunum í klassiskari og nýggjari alis-
frøði. Næmingamir skulu vera førir fyri at nýta alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg á serligum økjum í nátt-
úm og samfelag. Harumframt skulu næmingamir venjast at leggja til rættis, gera og lýsa alisfrøðiligar máting-
ar. Teir skulu duga høvuðsevnini so væl, at teir vera førir fyri at meta um bæði kendar og ókendar spumingar
og at gera útrokningar í hesum sambandi. Næmingamir skulu vera førir fyri at orða seg bæði munnliga og skriv-
liga um alisfrøðiligar spumingar, og teir skulu vera førir fyri at meta um og viðgera upplýsingar um tøkniligar
og náttúruvísindaligar spumingar, sum hava týdning fyri umhvørvi, tøkni, mentanarlív ella samfelagslív sum
heild.