Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 29
177
4.6 Hvør próvtakari verður próvhoyrdur í einum spumingi, sum skal vera víðfevnandi orðaður, og vanliga skal
evni úr royndararbeiðinum vera uppií. Meðan próvhoyringin fer ffam, skulu tól, ið koma spuminginum við, vera
dl taks. Har tað hóskar, kunnu talvur, myndir ella líknandi úr royndardagbókum próvtakarans ella aðrir hjálpar-
miðlar verða tiknir við í próvhoyringina.
5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Støddfrøðilig deild
Miðstig
Endamálið
6.1 Endamálið er,
a) at næmingamir fáa fatan av grundhugtøkunum í evnafrøðini, hvussu tey verða nýtt og av royndarhátta-
lagnum (metodikkini) í læmgreinini
b) at næmingamir dýpa sín kunnleika bæði um evni, sum til era í náttúrani og um gjørd (syntetisk) evni, teirra
eginleikar og verkligu nýtslu,
c) at næmingamir í ávísan mun verða vanir at nýta royndarstovuútgerð og d'ta sín kunnleika at fáast við kemi-
kaliir,
d) at næmingamir menna sín førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um evnafrøðilig viðurskifti og
e) at næmingamir fáa fakligt grandarlag fyri at kunna skilja og meta um týdningin, evnafrøðin hevur fyri ein-
staka menniskjað, tøkniligu menningina og fyri samfelagið.
6.2 Evnafrøði á miðstigi miðar ímóti, at næmingamir skulu kunna nýta sína evnafrøðiligu vitan í øðram høpi,
at næmingamir skulu kunna leita fram náttúravísindaligar upplýsingar, og at lýsa evnafrøði sum eina læragrein,
ið á royndargrandarlagi fær fram nýggja vitan um bygnað og eginleikar hjá evnum.
Undirvísingin
7.1 Undirvísingin fevnir um sjey høvuðsøki og valfrítt tilfar. Undirvísingin fevnir um næmingaroyndir, sýnis-
royndir, ástøðilig viðurskifti og útrokningar.
7.2 Undirvísingin verður skipað við royndum og skal hava bæði tematiskar og fakliga reglubundnar undirvís-
ingargongdir. I valfría tilfarinum skal vera í minsta lagi ein sjálvstøðug undirvísingargongd, har meginparturin
vanliga er royndararbeiði.
7.3 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir og
møguliga royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Næmingaroyndimar skulu vera av meira sjálvstøð-
ugum slagi enn á kravdum stigi, soleiðis at næmingamir menna eygleiðingarevnini og dýpa kunnleikan um
nýtslu av royndarstovuútgerð.
7.4 í sambandi við royndararbeiðið skal lærarin kunna um vanda- og trygdarviðurskifti, tá ið næmingamir fáast
við kemikaliir og royndarstovuútgerð.
7.5 Næmingarnir skriva royndardagbøkur um royndararbeiðið, og partur av eftirviðgerðini skal gerast í undir-
vísingartíðini. Nakrar av royndardagbókunum verða støði undir 7 royndarfrágreiðingum um týðandi royndir og
royndarrøðir. Frágreiðingamar verða skrivaðar sum einstakfinga- ella bólkafrágreiðingar. Lærarin rættar og ger
viðmerkingar til frágreiðingamar. Næmingaroyndimar fevna um einar 30 pultstímar.
7.6 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit, tekniforrit, samlátsforrit og data-
grannar verða nýtt. í sambandi við royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera mátingar (datafong-
ur) og til at stýra og hava eftirlit við roýndarappsetingum.
Innihaldið í undirvísingini
8.1 Undirvísingin fevnir um:
1) Evnafrøðiliga binding
Økið fevnir um intra- og intermolekýlarar bindingar. Elektronbýti í atomum verður viðgjørt f mun til reglu-
bundna lagið í skeiðbundnu skipanini hjá grandevnunum. Hesi sløg av bindingum verða gjøgnumgingin:
kovalent binding (elektronparbinding), jonbinding, kompleksbinding og metalbinding. í hesum sambandi
verður elektronegativitetshugtakið, ið lýsir líðandi skiftið millum ávís bindingasløg, tikið upp. Kunnleikin
um stand og loýsingarviðurskifti, m.a. møguleikin at blanda polar og ikki-polar evni, verður viðgjørdur, við
tað at van der Waals-bindingar og hýdrogenbinding verða tiknar við.