Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 144
292
Teir báðir spumingamir skulu vera settir soleiðis saman, at teir em um ymisk evni. Spumingurin í tí ástøðiliga
evninum skal vera breiður og má í mest møguligan mun ikki umskarast við ástøðiliga partin í spuminginum í
royndini. Áðrenn próvtøkuna skulu próvhoyrararin og próvdómarin hava ásett ein framferðarhátt fyri tey føri,
tá tveir próvtøkuspumingar, ið fevna um somu tól, verða tiknir hvør eftir annan. Próvtakaramir skulu kunnast
um framferðarháttin.
9.7 Meðan próvtøkan fer fram, skulu tól, ið hoyra til spumingin í royndini, vera tøk. Har tað verður hildið hósk-
andi, kunnu talvur, myndir, tekningar ella líknandi frá frágreiðingunum ella øðrum hjálparmiðlum hjá próv-
takaranum takast við í próvhoyringina.
9.8 I metingini skal dentur leggjast á, um próvtakarin hevur verið fømr fyri at nýta sína evnafrøðiligu vitan.
9.9 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
10.1 Hildin verður ein skrivlig próvtøka, ið varir 4 tímar. Próvtakaramir fáa uppgávur í aðalevnisøkjunum, sum
fevna um evnafrøði sum vallærugrein og evnafrøði á hástigi (1 ára-gongd), burtursæð frá pørtum av umhvørv-
isevnafrøðini og bioorganisku evnafrøðini. Teir formlar, ið eiga at vera kendir, finnast í “Formelsamling Kemi”.
Skúlafyrisitingin sendir út dømi um vegleiðandi uppgávur.
10.2 Loyvdir hjálparmiðlar em: “Formelsamling Kemi” (verður útflýggjað), “Matematisk Formelsamling,
obligatorisk niveau” (verður útflýggjað), “Databog Fysik og Kemi” (F & K Forlaget) ella talvuverk av líknandi
vavi (kann havast við ella verður útflýggjað). Góðkendur lummaroknari (kann havast við ella verður útflýggj-
aður). Millimeturpappír, einkult- og dupultlogaritmiskt pappír (verður útflýggjað).
10.3 Givið verður 1 próvtal við støði í einari heildarmeting.
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 6
Juli 1996
Evning
Felagslærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir ogna sær fortreytir at kunna uppliva og skilja myndlist,
b) at næmingamir við arbeiðinum við visuellum framsagnum fáa innlit í arbeiðshættir í myndaframleiðslu,
c) at næmingamir við hesum arbeiði læra at skilja myndir sum fráboðanarmiðil og fagurfrøðiliga framsøgn og
d) at næmingamir menna fagurfrøðiligu sansir sínar.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin skal gjøgnum arbeiðið við teimum ymisku myndaformunum geva næmingunum fortreytir
fyri at uppliva og skilja ta skapandi tilgongdina og tær visuellu framsagnimar. Tað verkliga og tað ástøðiliga ar-
beiðið skulu samansjóðast mest gjørligt.
2.2 Undirvísingin kann umrøða allar visuellar framsagnir; arbeitt verður meiri nágreiniliga við einum av trim-
um bóikum:
a) Myndum á flatu, t.d. tekningum, málningum, grafikki, fotomyndum.
b) Myndum í rúmi, t.d. standmyndum, byggilist, pallsmíði.
c) Myndum í tíð, t.d. sjónbondum, ljóði/dias, performance
í tann mun, tað er viðkomandi fyri lærugreinina, skal EDV vera partur av undirvísingini.
Innihald í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um:
1) Arbeiði við staklutum í myndum, t.d.: stødd, proportión, form, mótsemingar, rúm, rørslu, ljós, litir, tekstir
og struktur. Undirvísingin má leggja dent á, at staklutimir umboða eina heild, sum bert kann skiljast út við
greining fyri eyga. Gjøgnum verkliga arbeiðið og einklar visuellar venjingar skulu næmingamir vinna sær
vitan um visuella sansing og treytir fyri myndaskapan.