Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 155
303
4.3 Sjálvlisin verk
Hvør næmingur velur sær 6 bøkur, ið lærarin góðkennir, at lesa framíhjá. Bøkumar skulu annaðhvørt vera upp-
runaligar føroyskar ella týddar til føroyskt. Næmingurin leggur sjálvlisnu verkini fram fyri læraran í ráðlegg-
ingartímum. Framløgumar skulu vera javnt býttar út á bæði árini. Eftir samráð við læraran skal næmingurin
skriva um eitt sjálvlisið verk, og verður hetta avrik talt upp í samlaðu longu verkevnini.
4.4 Tekstalestur fyri 1920
Frá tíðarskeiðinum fram til 1920 verða lisnar í minsta lagi 200 normalsíður:
a) úrval av skaldskapi á mannamunni, ið fevnir um í minsta lagi tveir av høvuðsbólkunum: kvæði, sagnir og
ævintýr, verður lisið. í minsta lagi 30 normalsíður verða lisnar,
b) tekstir frá tjóðskapartíðini skulu lesast í breiðum evropiskum mentanarhøpi. í minsta lagi 50 normalsíður,
ið fevna bæði um primer- og sekundertekstir, verða lisnar.
4.5 Tekstalestur frá 1920 og til í dag
Frá tíðarskeiðinum eftir 1920 verða í minsta lagi 400 normalsíður lisnar:
a) tekstir frá 1920 til 1960 verða settir í samband við rák í norðurlendskum/evropiskum bókmentum. I minsta
lagi 200 normalsíður verða lisnar,
b) tekstir frá 1960 og fram til í dag, umboðandi rák í umheiminum, skulu lesast. f minsta lagi 200 normalsíður
verða lisnar.
4.6 Fjølmiðlatekstir
Fjølmiðlatekstir skulu viðgerast og eiga at vera partur av grundarlagi undir undirvísing um samskifti. í minsta
lagi 20 normalsíður verða lisnar.
4.7 Myndir
Næmingurin skal læra at greina og tulka myndir við støði í grundleggjandi hugtøkum um myndasamanseting. f
minsta lagi 5 myndir verða lisnar.
4.8 Filmslist
Næmingurin skal læra at greina og tulka filmslistamál og grundleggjandi bygnað í fdmslist. f minsta lagi 1 ftlm-
ur verður lisin.
4.9 Annar lestur
Søga, siðsøga, byggilist og annað tilfar kann lesast til tess at skapa greiðari fatan av ávísum tekstum og ment-
anarrákum. Hesir tekstir verða lisnir innan fyri karmamar um tekst, evni og tíðarskeið.
4.10 Teld er partur av undirvísingini.
Skrivligi tátturin
5.1 Skrivligi tátturin hevur til endamáls at menna tilvitsku næmingsins um móðurmálið, og hvussu tað virkar
sum samskiftisamboð, og menna evni hansara at málbera seg greidliga og rætt. Undirvísingin í skrivliga táttin-
um skal leggjast soleiðis til rættis, at hon er natúrligt framhald av arbeiðinum við munnligu táttunum.
5.2 Skrivligi tátturin fevnir um at læra næmingin:
- at greina ymsar samskiftishættir
- at greina og tulka tekstir
- at taka støðu til og føra prógv fyri sjónarmiði
- at skriva ymisk tekstasløg
5.3 Fyri jól skal næmingurin í 1. flokki hava grundskeið í skriving og innleiðslu í grundreglunum fyri, hvussu
stórar ritgerðir verða skrivaðar, og hvørji krøv verða sett teimum.
5.4 Long og stutt verkevni
Bæði árini verður arbeitt við longum og stuttum verkevnum. Longu verkevnini hava til enđamáls at greina og
tulka fagurbókmentatekst í bundnum og óbundnum máli, yrkisbókmentatekst og myndir. Stuttu verkevnini hava
til endamáls at læra næmingin at málbera seg skrivliga um onnur evni og á øðrvísi hátt, enn hann ger í sambandi
við long verkevni. Næmingurin skal í minsta lagi skriva 8 stutt verkevni hvørt árið, umframt 6 long verkevni.
Støðisritgerðin í 1. hálvu telur long verkevni.