Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 82
230
b) at næmingamir ogna sær vitan um viðurskifti, sum eru av stórum týdningi fyri samfelagsgongdina og sam-
felagsmenningina,
c) at næmingamir læra at nýta samfelagslig ástøði og háttaløg,
d) at næmingamir gerast førir fyri at avdúka fyritreytir undir sjónarmiðum og átøkum, og at teir gerast førir
fyri at greiða frá, hvørjar virðisfatanir, sjónarmið og átøk em grundað á,
e) at næmingamir gerast førir fyri sjálvstøðugt at leita eftir og viðgera samfelagsligt tilfar, og
f) at næmingamir fáa førleika í neyvari og skipaðari eygleiðing, og evnini verða ment at orða samfelags-
fakligar tmpulleikaorðingar.
6.2 Undirvísingin skal skunda undir, at næmingamir gerast áhugaðir í at skifta orð um samfelagsligar spum-
ingar og í at mynda samfelagið, og hon skal geva teimum fortreytir at taka støðu.
Undirvísingin
7.1 Undirvísingin skal vera samanhangandi, og trygd skal vera fyri, at talan er um fakliga breidd, samstundis
sum framtøka er bæði árini.
7.2 Viðhvørt skal undirvísingin skipast soleiðis, at arbeitt verður upp á tvørs av teimum kravdu høvuðsøkjunum.
Spumingar, sum em frammi - bæði innanlands og í altjóða høpi - skulu viðgerast. Undirvísingarhátturin skal
stundum vera øðrvísi enn í gerandisdegnum, og arbeiðast skal við eygunum vendum út um vanliga undirvísing-
ammhvørvið.
7.3 Undirvísingin skal vera fjølbroytt, tá ið tað snýr seg um val av tilfari, háttaløgum og ástøði.
Innihaldið í undirvísingini
8.1 Kravdu økini, em hesi:
1) Sosiologi og sosialsálarfrøði
a) Sosialisatión, og hvussu meiningar verða myndaðar,
- ávirkan og innlæring av virðum, rollum og normum,
b) Kommunikatión, og hvussu meiningar verða myndaðar
c) Samfelagslig menning, og hvussu hon ávirkar
- livikorini
- sosialkarakterin
- mentanina
2) Búskapur
a) Arbeiðsmarknaður og vinnumenning í Føroyum,
- samstarv og trætur á arbeiðsmarknaðinum.
- menningin í vinnubygnaðinum og tøknifrøðini.
b) Føroyski búskapurin
- samfelagsbúskaparligir samanhangir og javnvágstmpulleikar,
- samanspælið millum tað almenna og tað privata
- búskaparpolitikkir,
- serliga støða Føroya í danska ríkinum
- viðurskifti Føroya mótvegis teimum, sum hava týdningarmiklan leiklut í altjóðabúskapinum.
c) Búskaparlig ástøði
- búskaparligir skúlar
- samanspælið millum politiskar hugsjónir og slag av búskapi
- samanspælið millum politiska vemleikan, búskaparpolitikk og búskaparstrategi
3) Politikkur
a) Politiska skipanin í Føroyum,
- politiski bygnaðurin, hemndir støða Føroya í danska ríkinum
- hvussu mannagongdin er, og hvussu áhugabólkar gera sína ávirkan galdandi, tá politiskar avgerðir verða tikn-
ar, bæði í innanlands- og altjóðaspumingum.
b) Politiskar hugsjónir og fólkaræðisfatanir,
- samstarvs- og ósemjueyðkenni í føroyskum politikki,
- hvussu fólkaræðið verður fatað av teimum ymisku politisku hugsjónunum.
4) Altjóða politikkur
a) Serliga støðan hjá Føroyum, tá tað ræður um uttanríkispolitisk viðurskifti,
- korini, sum gera av, undir hvørjum treytum leikluturin hjá Føroyum í altjóða høpi verður myndaður.
b) Samstarv og træta í europeiskum og altjóða høpi,