Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 167
315
d) at nýta eftirkannaðar royndir,
e) at greina og meta innsavnað lívfrøðilig hagtøl,
f) at siga frá royndararbeiði, eitt nú at skriva frágreiðingar.
2.4 Royndararbeiði verður gjørt í 15-20 undirvísingartímar. Skrivaðar verða 4 frágreiðingar, sum lærarin rætt-
ar og ger viðmerkingar til.
2.5 Teld er partur av undirvísingini, m.a.í royndararbeiðinum.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um hesi evnisøki:
a) Vistfrøði - umhvørvislcera fevnir um at bera ffam vistfrøðilig vandamál í sambandi við lívfrøðiliga fram-
leiðslu, tilfeingisnýtslu, umhvørvisdálking ella náttúruumsjón. Undirvísingin skal geva grundleggjandi innlit í
gróður, framleiðslu á øðrum stigi, niðurbróting, føðiketur og føðinet, orkuumsetingar, evnaringræsur eins og
burðarmagnið hjá vistskipanum.
b) Arvalæra - lívfrøðitøkni fevnir um eitt ella fleiri dømi um arvafrøðilig viðurskifti hjá menniskjanum, og um
hvussu arvafrøðiliga ástøðið og háttalagið verða nýtt innan fyri læknavísindaliga økið ella í framleiðsluni. Und-
irvísingin skal geva grundleggjandi innlit í mýla- og kyknugrundarlag arvalærunnar, í arvamysnstur, og í saman-
spælið millum arv og umhvørvi.
c) Lívvirkisfrøði - heilsa fevnir um úrvald dømi úr heilsuliga økinum og lívvirkisfrøði menniskjans, við tað at
dentur verður lagdur á samanspælið millum einstaklingin og umhvørvið, at ogna sær grundleggjandi innlit í
bygnaðin av úrvaldum gøgnum og ávirkan teirra á kyknufrøðiligu sjónarmiðini. Upp í undirvísingina hoyrir eitt
høvuðsyvirlit yvir gagnsskipanir kropsins, og hvussu tær virka. Eitt úrval av hesum er við í undirvísingini: Upp-
tøka, flutningur og umseting kropsins av evnum og orku, hormonal sjálvjavning og nervasjálvjavning, órinstil-
gongdir umframt viðurskifti við tilknýti til kynslív og nøring menniskjans.
3.2 Mælt verður til at eyðkvæmi verður partur av undirvísingini í sambandi við evni, har tað náttúrligt kann tak-
ast uppí.
3.3 Tað nágreiniliga lisna tilfarið svarar til 120-150 síður.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er tað nágreiniliga lisna til-
farið umframt tilhoyrandi royndararbeiði.
4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað ná-
greiniliga lisna tilfarið, ið svarar til umleið 180 síður, umfamt frágreiðingar frá einum starvstovurskeiði, sam-
anber við fylgiskjal 33, ella samsvarandi.
4.4 Loyvdir hjálparmiðlar eru bøkur, evnissøvn og annað tilfar, sum er tilskilað á pensumlistanum. Harumffamt
fremmandaorðabók, donsk-føroysk orðabók, egnar frágreiðingar, uppskriftir og góðkendur lummaroknari.
4.5 Próvtakarin fær ein próvtøkuspuming. Uppi í spuminginum skal vanliga hanga nágreiniligari undirspum-
ingar og skjalatilfar (eitt nú talvur, myndir ella tól). Við próvtøkuspuminginum skulu vanliga fylgja kend og
ókend fylgiskjøl. Royndararbeiðið skal við hóskandi tyngd ganga inn í próvtøkuspumingamar.
4.6 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Vallærugrein
Endamálið
5 Endamálið er,
a) at næmingamir fáa størri innlit í lívfrøðiligan hugsanarhátt og háttalag eins og tey útvega sær vitan um
avgerandi lívfrøðilig øki,
b) at næmingamir útvega sær hegni til royndararbeiði og til at lýsa og greina lívfrøðilig hagtøl,
c) at næmingamir læra at forma og loysa lívfrøðilig vandamál við náttúmfrøðiligum háttalagi til hjálpar,
d) at næmingamir fáa lívfrøðiligar fortreytir fyri at greina og meta møguleikamar av tøkniligu menningini og
avleiðingamar fyri náttúmna, samfelagið og einstaklingin,