Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 212
360
§ 21. Verður ein próvtakari ov seinur til eina próv-
tøku, verður próvtakarin roknaður sura ikki komin,
samanber § 6, stk. 5, og hevur tí ikki rætt at taka lut í
próvtøkuni. Rektarin/skeiðleiðarin kann tó loyvaein-
um próvtakara at taka lut í próvtøkuni, um rektarin/-
skeiðleiðarin heldur, at tað er ógjørligt, at avvarðandi
próvtakari hevur fingið upplýsingar um uppgávuna,
og um rektarin/skeiðleiðarin metur, at grundgevingin
fyri, hví próvtakarin varð ov seinur, er rímilig.
Stk. 2. Rektarin/skeiðleiðarin skal alt fyri eitt, tá ið
skrivliga próvtøkan í lærugreinini er av, lata Skúla-
fyrisitingini eina skrivliga frágreiðing um loyvi sam-
bært stk. 1.
§ 22. Próvtakari, sum verður tikin í óreiðiliga at út-
vega sær ella veita øðrum próvtakara hjálp til svar av
einari skrivligari uppgávu, ella sum roynir tað, her-
undir at hava við sær ikki loyvdar hjálparmiðlar, skal
av rektaranum/skeiðleiðaranum burturvísast frá
próvtøkuni. Burturvísingin skal beinanvegin skriv-
liga fráboðast Skúlafyrisitingini.
Stk. 2. Er illgruni um, meðan próvtøkan fer fram, ella
tá ið eitt svar verður próvdømt, at ein próvtakari
óreiðiliga hevur útvegað sær ella veitt øðrum hjálp,
skal Skúlafyrisitingin hava skrivliga fráboðan um
hetta. Verður illgrunin staðfestur, tekur Skúlafyrisit-
ingin avgerð um burturvísing frá próvtøku, og eitt
møguligt próvtal fyri nevndu próvtøku dettur burtur.
Stk. 3. Burturvísing frá próvtøku sambært stk. 1-2
fevnir eisini um møguligar írestandi próvtøkur í sama
próvtøkuskeiði og ber eisini í sær burturvísing frá
møguligari framhaldandi undirvísing.
§ 23. Tá ið próvtakari ynskir at lata sítt avrik inn, skal
eitt eftirlitsfólk tilkallast. Próvtakarin má ikki fara frá
sínum plássi, fyrr enn eftirlitsfólkið hevur kvittað fyri
móttøku av uppgávusvarinum. Próvtakarin ger sjálv-
ur av, hvøiji ørk verða latin ipn til dømingar. Hesi
ørkini verða talmerkt, og samlaða talið verður tilskil-
að á øllum ørkunum. Eftirlitsfólkið skal tryggja sær,
at allir teigar eru fyltir út. Eftirlitsfólkið váttar við sín-
um navnamerki, at svarið er latið inn til dømingar, at
talið á ørkunum svarar til tað í teigunum tilskilaða, og
at ørkini eru talmerkt. Innlatingartíðin má ikki skriv-
ast á svarið.
§ 24. Seinasta korterið fyri próvtøkulok má eingin
próvtakari fara frá sínum plássi, heldur ikki aftaná at
hann hevur latið svarið inn.
Stk. 2. Tá ið tíðin, sum er sett av til próvtøkuna, er úti,
siga eftirlitsfólkini frá, at próvtøkan er av. Próvtakar-
amir skulu verða sitandi og mugu ikki samskifta hvør
við annan, fyrr enn øll svørini eru latin inn.
Stk. 3. Próvtakarar, sum lata inn við próvtøkulok,
kunnu taka uppgávuna og øll ørk, sum ikki eru latin
inn til dømingar, smbr. § 23, við sær úr próvtøku-
hølinum. Beint aftaná próvtøkulok, kunnu próvtakar-
ar, sum hava latið inn áðrenn próvtøkulok, heinta
uppgávuna umframt ørk, sum ikki eru latin inn til
dømingar. Ørk, sum ikki eru heintað, kunnu gerast til
einkis.
§ 25. Skrivliga próvtøkan í tónleiki skal vanliga fara
fram í tíðarskeiðinum kl. 13.00-18.00.
Stk. 2. Rektarin/skeiðleiðarin kann, har ávís verklig
viðurskifti á staðnum tala fyri tí, gera av, at ein partur
av próvtakarunum skal fara til próvtøku millum kl.
8.00-13.00. Hesir próvtakarar mugu ikki lata svør
síni inn og fara úr próvtøkuhølinum, fyrr enn próv-
tøkan er av.
Stk. 3. Próvtakaramir, sum fara til próvtøku í seinna
umfari, skulu vera undir eftirliti á skúlanum/skeiðin-
um frá tí, teir møta, og til próvtøkan byrjar. Rektarin/-
skeiðleiðarin skal tryggja, at upplýsingar ikki verða
skiftar millum báðar bólkamar, og at uppskriftir ella
líknandi ikki liggja eftir í próvtøkuhølinum frá fyrra
umfari.
Stk. 4. Har próvtøkan er býtt sundur millum tveir
bólkar, smbr. stk. 2, skulu tey eintøk av uppgávu-
tekstinum, sum ikki em býtt út, goymast í einari boks
millum kl. 8.00-13.00. Uppgávutekstimir hjá fyrra
bólkinum verða savnaðir inn saman við svømnum,
og alt verður goymt í boks til kl. 18.00.
§ 26. Rektarin/skeiðleiðarin tryggjar, at svørini verða
goymd og send víðari til próvdómaramar sambært
áseting hjá Skúlafyrisitingini. Próvdómaramir døma
og senda svørini víðari sambært áseting hjá Skúla-
fyrisitingini. Tá ið próvdømingin er liðug, verða
svørini send aftur til skúlan/skeiðið.
Stk. 2. Beint aftan á móttøku av próvtøkusvørunum
letur rektarin/skeiðleiðarin faklæraranum svørini og
próvtalslistan at hyggja ígjøgnum. Próvtølini verða
samstundis kunngjørd næmingunum. I seinasta lagi 2
samdøgur aftaná at hava móttikið svørini og próv-
talslistan kann faklærarin um rektaran/skeiðleiðaran
venda sær til próvdómaramar fyri at fáa eina ella
fleiri dømingar tiknar upp til endurskoðan. Gmnd-
gevingin skal vera skrivlig og gerast fyri hvørt svar
sær. § 12, stk. 8 er somuleiðis galdandi fyri faklærar-
amar.
Stk. 3. Fmmrit av uppgávusvømnum verður latið
teimum próvtakamnum, sum ynskja tað, tá ið kæm-
freistin, sambært § 67, stk. 1 er úti, uttan at kæmmál
er reist viðvíkjanđi svarinum. Svør, sum ikki em út-
flýggjað, kunnu beinast burtur, tá ið eitt ár er umliðið.
Kapittul 6
Munnlig próvtøka
§ 27. Lærarin í flokkinum/valbólkinum er próvhoyr-
ari við munnligar próvtøkur, smbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Rektarin/skeiðleiðarin kann víkja frá regluni í
stk. 1, tá ið heilt serligar umstøður tala fyri tí, t.d. for-
fall vegna sjúku.
§ 28. Próvhoyrarin ger próvtøkuspumingamar, sum
fjøllbroytt skulu umboða próvtøkupensum, uttan