Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 176
324
Altjóða politikkur:
Samstarv, samskipan og trætur á evropeiskum og alheimsligum støði.
Sosiologi:
Samanbering av livikorum og mentanum.
Politikkur:
Fólkaræðisfatanir og politiskar mentanir.
Ein verkætlan:
Ein verkætlan, sum liggur innan ella uttan fyri kravdu fakøkini, verður vald av
næmingum og lærara í felag, og úrslitið skal verða ein næmingauppgáva, sum í arbeiðsbyrðu svarar til eina stu-
dentspróvtøkuuppgávu.
7.2. Undirvísingin í samfelagsvísindaligum ástøði, háttaløgum og arbeiðsháttum alment, skal takast við í und-
irvísingina og fevna um:
a) Greining av tekst- og taltilfari o.a.
b) Ástøði innan kravdu økini.
c) Munnliga framløgu.
d) Skrivliga framløgu.
Til samans skulu latast inn uppgávur svarandi til 4-5 studentspróvtøkuuppgávur.
7 J. Teld er partur av undirvísingini.
7.4. Lesipensum skal fevna um 300-350 síður.
Próvtøkan.
8.1. Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru leiðbeining og til-
farsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
8.2. Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum í vallærugreinini, er umleið
225 sfður av lesipensum. f minsta lagi 60 síður av hesum skulu vera annað tilfar enn úr lærubókum umframt
næmingauppgávan. 011 5 kravdu økini skulu vera umboðað.
8.3. Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, í felagslærugreinini um-
framt vallærugreinini, t.e. SAFA', er umleið 225 síður av lesipensum. í minsta lagi 60 síður av hesum skulu vera
annað tilfar enn úr lærubókum umframt næmingauppgávan, soleiðis at øll 5-8 kravdu økini eru umboðað.
8.4. Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, og sum hava
staðið próvtøkuna í samfelagsfrøði sum felagslærugrein, er 300 síður. Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og
næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum uttan at hava staðið próvtøkuna í samfelagsfrøði sum
felagslærugrein, er 500 síður, av hesum eru 200 síður frá felagslærugreinini.
8.5 Loyvdir hjálparmiðlar til próvtøkuna eru:
1) ífyrireikingartíðini:
Tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspumingin, umframt tilfar, lærubøkur og egnar uppskriftir, sum eru nýttar í undir-
vísingini.
2) 77/ próvhoyringina:
Uppskriftir, sum próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, umframt tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspuming-
in.
8.6 Próvtøkuspumingamir verða settir við støði í útflýggjaðum tilfari, sum ikki er nýtt í undirvísingini. Út-
flýggjaða tilfarið skal líkjast tilfarinum, sum er nýtt í dagligu undirvísingini. Hvør próvtakari fær ein spuming,
sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspumingar. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir
próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upple-
stur telur ikki positivt í dømingini.
8.7 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.