Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 61
209
Undirvísingin
6. Undirvísingin fevnir um verklig og ástøðilig faklig øki, sum verða samanflættað, har tað er hóskandi. Roynt
verður at fáa líka stóran part til verklig (høvuðsøki I) og ástøðilig (høvuðsøki II) øki. Kanningar verða gjørdar,
og frágreiðingar skrivaðar. Edv er ein partur av undirvísingini.
Innihaldið í undirvísingini
Høvuðsøki I:
7.1 Undirvísingin fevnir um:
1) upphitan, arbeiðsteknikk, grundvenjing (vøddastyrki, vøddaáhaldni, venjing av treystleika og rørslu), ska-
pandi rørsluhættir og lívvirkisfrøðiligar mátingar,
2) einstaklingaítróttir (t.d. svimjing, fimleik, frælsan ítrótt, fjaðrabólt og kósrenning),
3) liðítróttir (t.d. handbólt, kurvabólt, flogbólt og stavbólt),
4) ítróttarevni (t.d. kettjaraspøl, uttanduraítriv, vetrarítróttir, tónleik, rørsla og spøl).
7.2 Næmingamir skulu hava undirvísing í í minsta lagi einari einstaklingsítróttargrein, einari liðítróttargrein og
einum ítróttarevni. Vavið av hvørjum av hesum greinum skal vera ein samanhangandi undirvísingargongd av í
minsta lagi 12 pultstímum. Tá undirvísingargongd verður vald, skal fjølbroytni havast í huga.
Høvuðsøki II:
8.1 Undirvísingin fevnir um:
1) Tað náttúruvísindaliga økið:
Við støði í rørslukervinum í mannakroppinum, arbeiðslívvirkisfrøði og serligum ástøði verður arbeitt við
evnum, sum hava týdning fyri kropsligt avrik og heilsu.
2) Tað hugvísindaliga og samfelagsvísindaliga økið:
Við støði í ítróttarsosiologi og ítróttarsøgu verða tær skiftandi uppgávur, sum ítróttur hevur í samfelagnum,
greinaðar, har høvuðsdentur verður lagdur á føroysk viðurskifti.
8.2 Lisnar verða tilsamans 150-200 síður. Tað náttúruvísindaliga økið og tað hugvísindaligasamfelagsvísinda-
liga økið skulu hvørt sær vera í minsta lagi 1/3 av tí, ið lisið verður.
8.3 Arbeiðið við teld er ein partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um nýtslu av lærugreinaserstøk-
um forritum, sum snúgva seg um ítrótt, sum til dømis treystleikaútrokningar.
8.4 Munnlig og skrivlig framsetingarevni verða vand í sambandi við ta ástøðiligu undirvísingina. Næmingamir
gera 6 frágreiðingar um kanningar og royndir. Tær góðkendu royndarfrágreiðing-amar skulu havast við til próv-
tøkuna.
Próvtøkan
9.1 Hildin verður ein munnlig-verklig próvtøka, sum kann skipast sum ein bólkapróvtøka. Fyrireikingartíðin er
umleið 20 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. Umleið 1,3 próvtakarar verða próvhoyrd-
ir um tíman, íroknað próvdøming og skiftan millum ymiskt virksemi.
9.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum:
1) Høvuðsøki I:
Uppgivið verður ein upphitingarskrá við tónleiki og ein skrá, ið fevnir annaðhvørt um gmndvenjing ella
skapandi rørsluhættir, og tríggjar ítróttargreinir (ein einstaklingsítróttargrein, ein liðítróttargrein og eitt
ítróttarligt evni), har næmingurin hevur fingið undirvísing í í minsta lagi 12 undirvísingareindir. Tann ein-
staki próvtakarin verður eftir egnum vali próvhoyrdur í tveimum av teimum trimum nevndu greinum. Valt
verður seinasta vanliga skúladag.
2) Høvuðsøki II:
Umleið 150 síður verða givnar upp (í minsta lagi 1/3 frá hvøijum øki) saman við frágreiðingum um gjørd-
ar kanningar og royndir.
9.3 Fyri at halda tað støðið, ið er nátt í tí verkliga partinum, tá ið undirvísingin heldur uppat, kunnu lærarar og
næmingar hittast 2-3 ferðir til venjing í ítrótti undan tí munnligu próvtøkuni.
9.4 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum:
1) Høvuðsøki I:
Uppgivin verður ein upphitingarskrá við tónleiki, ein gmndvenjingarskrá og ein skrá, sum fevnir um skap-