Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 34
182
16. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
17.1 Til skrivligu próvtøkuna eru 4 tímar. Próvtakaramir fáa uppgávur innan høvuðstættimar, sum kravt stig og
vallærugreinin á hástigi fevna um, tó em partar av bioorganisku evnafrøðini undantiknir (makromolekyli, pro-
teinsyntesan, glycolýsan, citrónsýmringrásin og andingarketan). Teir formlar, sum próvtakaramir eiga at kenna,
em í “Formelsamling Kemi”. Landsskúlafyrisitingin sendir út vegleiðandi dømi um próvtøkuuppgávur.
17.2 Loyvdir hjálparmiðlar em:
a) Formelsamling Kemi, sum Gymnasieafdelingen hevur givið út (skúlin flyggjar formlasavnið út, tá ið próv-
tøkan bytjar),
b) Støddfrøðiligt formlasavn til kravt stig á støddfrøðiligu deild (skúlin flyggjar formlasavnið út, tá ið próv-
tøkan byrjar)
c) Databog Fysik og Kemi (F&K Forlaget) ella talvuverk í líknandi vavi (annaðhvørt hevur næmingurin
formlasavnið við ella flýggjar skúlin tað út í sambandi við próvtøkuna)
d) Góðkendur lummaroknari (næmingurin hevur hann við sær)
e) Millimeturpappír, einkultlogaritmiskt pappír við 3 tíggjundum á uppásini og dupultlogaritmiskt pappír við
2 tíggjundum á útásini og 3 tíggjundum á uppásini (skúlin flyggjar tað út).
18. Givið verður 1 próvtal. I dømingini av avriki próvtakarans skal dentur leggjast á, at í svarinum em frágreið-
ing, reaktiónsskema, myndir og evnafrøðiligir formlar í so stóran mun, at hugsanarhátturin skilliga sæst. Próv-
talið verður ásett við støði í einari heildarmeting.
Málslig deild
Miðstig
Endamálið
19.1 Endamálið er,
a) at næmingamir fáa fatan av grundhugtøkunum í evnafrøðini, hvussu tey verða nytt, og av royndarhátta-
lagnum (metodikkini) í læmgreinini.
b) at næmingamir fáa kunnleika um týðandi bólkar av evnum, teirra eginleikar og verkligu nýtslu,
c) at næmingamir í ávísan mun verða vanir at nýta royndarstovuútgerð og fáa skil á at fáast við kemikaliir,
d) at næmingamir menna sín førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um evnafrøðilig viðurskifti og
e) at næmingamir fáa fakligt gmndarlag fyri at kunna skilja og meta um týdningin, evnafrøðin hevur fyri ein-
staka menniskjað og fýri samfelagið.
19.2 Evnafrøði á miðstigi miðar ímóti, at næmingamir skulu kunna nyta sína evnafrøðiligu vitan í øðmm høpi,
at næmingamir skulu kunna leita fram náttúmvísindaligar upplysingar, og at lysa evnafrøði sum eina læmgrein,
ið á royndargmndarlagi fær fram nýggja vitan um bygnað og eginleikar hjá evnum.
Vndirvísingin
20.1 Undirvísingin byggir á tað støðið, næmingamir hava fingið í alisfrøði-evnafrøði á kravdum stigi og fevnir
um sjey høvuðsøki og valfrítt tilfar. Undirvísingin fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir, ástøðilig viðurskifti
og útrokningar.
20.2 Undirvísingin verður skipað við royndum og skal hava bæði tematiskar og fakliga reglubundnar undirvís-
ingargongdir. I valfría tilfarinum skal vera í minsta lagi ein sjálvstøðug undirvísingargongd, har meginparturin
vanliga er royndararbeiði.
20.3 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir og
møguliga royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Næmingaroyndimar skulu vera av meira sjálvstøð-
ugum slagi enn í alisfrøði-evnafrøði, soleiðis at næmingamir menna eygleiðingarevnini og dýpa kunnleikan um
nýtslu av royndarstovuútgerð.
20.41 sambandi við royndararbeiðið skal lærarin kunna um vanda- og trygdarviðurskifti, tá ið næmingamir fáast
við kemikaliir og royndarstovuútgerð.
20.5 Næmingamir skriva royndardagbøkur um royndararbeiðið, og partur av eftirviðgerðini skal gerast í undir-
vísingartíðini. Nakrar av royndardagbókunum verða støði undir 7 royndarfrágreiðingum um týðandi royndir og
royndarrøðir. Royndarfrágreiðingamar verða skrivaðar sum einstaklinga- ella bólkafrágreiðingar. Lærarin rætt-
ar og ger viðmerkingar til royndarfrágreiðingamar. Næmingaroyndimar fevna um einar 30 pultstímar.