Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 43
191
- ella 50 síður av skaldskapi, herundir Homer, 2 attiskar sjónleikir (harav í minsta lagi 1 sorgarleik), 100 nor-
malsíður av prosa, herundir Platon.
Herumframt verður eitt hóskandi úrval av teimum gjøgnumgingnu listarverkunum uppgivið. Byggitekningar og
eftirgerðir eru ikki sum listarverk at rokna.
4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum, t.e. umleið 400 normalsíður.
4.4 Próvtakarin skal í fyrireikingarhølinum hava atgongd til rein eintøk av øllum bókum, ið nýttar hava verið í
dagligu undirvísingini, íroknaðir tekstir og annað tilfar, sum lærarin hevur fjølritað næmingunum. Próvtakarin
kann í fyrireikingarhølið taka við sær egnar uppskriftir. Tilskrivingar í útflýggjaðar bøkur og ljóstøk eru ikki at
rokna sum egnar uppskriftir, og má sostatt ikki takast við. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir
próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upp-
lestur telur ikki positivt í dømingini.
4.5 Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum ávísum tekstabroti á umleið 1,3 normalsíðu í einum av uppgivnu
tekstunum. Harumframt verður hann próvhoyrdur annaðhvørt í einum av uppgivnu listaverkunum ella í onkr-
um, sum hevur týðilig felagseyðkenni við tað, sum er givið upp. Próvtakarin skal sjálvur skipa svarið - tí má
útflýggjaða tekstabrotið og listaverkið ikki hava vegleiðandi spumingar. Próvtakarin skal greiða frá tekstabrot-
inum í síni heild og frá týðandi staklutum umframt seta tað í størri høpi. Listaverkið verður lýst, tíðarfest og sett
í størri høpi. Høvuðsdentur verður lagdur á tekstabrotið bæði til próvhoyringina og í próvtalsásetanini.
5. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Studentaskúlakunngerðin
Franskt byrjanarmál
Kravt stig
Endamálið
Fylgiskjal 11
Juli 1996
1. Endamálið er,
a) at næmingamir verða førir fyri at lesa og skilja lættari franskar tekstir,
b) at næmingamir venjast í munnligum málfimi og fatan av talaðum fronskum, og
c) at næmingamir gjøgnum arbeiðið við tekstunum fáa kunnleika um mentanarlig viðurskifti í Fraklandi og í
ávísan mun eisini í øðmm franskttalandi londum.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingamir fáa eina málsliga vitan og eitt mentanarligt inn-
lit, sum eisini í longdini kann vera teimum at gagni.
2.2 Við støði í tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfar og mállæra, soleiðis at næmingamir læra at skilja
talað og skrivað franskt, og soleiðis at teir fáa málslig amboð til munnliga og skrivliga at málbera seg á einum
einføldum máli um teir lisnu tekstimar og evnini.
2.3 Tað skrivliga arbeiðið skal stuðla tí munnliga málburðinum og skal málsliga og innihaldsliga vera eitt natúr-
ligt framhald av dagliga arbeiðinum við tekstunum. Tað skal hjálpa næmingunum at skilja tann málsliga bygn-
aðin í tí franska málinum.
2.4 Arbeiðið við tekstunum skal venja munnliga framsetingarevnið hjá næmingunum, soleiðis at teir læra at
greiða frá og viðgera evni, ið em týðandi fyri mentanarøkið hjá tí franska eins og tí franskttalandi heiminum.
2.5 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um at lesa tekstir um evnið, at brúka
lærugreinasermerkt forrit, at leita í og brúka datagrunnar og samskifta við onnur iond um teleráðstevnu ella um
elektróniskan post.
2.6 Næmingamir fáa undirvísing í notatteknikki og í skilagóðum brúki av orðabókum.