Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 19
167
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 5
Juli 1996
Enskt
Málslig deild
Kravt stig
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir framhaldandi menna evnini at skilja og brúka enska málið í talu og skrift,
b) at næmingamir menna almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og mentan,
c) at næmingamir fáa førleika at greina og tulka tekstir á enskum máli,
d) at næmingamir gjøgnum arbeiði við tekstunum fáa innlit í týðandi tættir av mentan, søgu og samfelagslívi
í Bretlandi og USA, og í ávísan mun í øðmm enskttalandi økjum,
e) at næmingamir verða førir fyri at skilja líkskap og munir millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim,
sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli.
Undirvísingin
2.1 Málførleiki næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt arbeiði og tilogn-
an av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer fram á enskum.
2.2 Fyrst og fremst verða lisnir tekstir, sum em grundleggjandi fyri fatanina av týdningarmiklum spumingum í
bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og nútíðarligum høpi. I sambandi við lestur av teimum
einstøku tekstunum skulu næmingamir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig
viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dýpd og frásjón.
2.3 Teir lisnu tekstimir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan hjá næmingunum.
Næmingamir skulu læra at brúka hóskandi lesihættir, eitt nú nágreiniliga lesing, yvirlitslesing og leitan eftir
upplýsingum. Undirvíst verður í notatteknikki og í at brúka orðabøkur. Edv er partur av undirvísingini í hósk-
andi mun.
2.4 Evnini at málbera seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av ymiskum slagi
og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.
2.5 Arbeitt verður miðvíst við at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska mállæru, merk-
ingarfrøði (semantikk) og í minni mun stílfrøði (stilistikk) og málnýtslureglur.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Lesipensum fevnir um uml. 500 normalsíður av ótillagaðum teksti á ymiskum torleikastigum, herundir
tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 ámnum. Umframt bretskar og amerikanskar tekstir verða tekstir
lisnir frá í minsta lagi einum øðrum enskttalandi øki.
3.2 Lisið verður eitt fjølbroytt úrval av fagurbókmentum: Skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur skulu
vera umboðað. Umframt hetta verður lisið eitt tal av yrkistekstum av ymiskum slagi og á ymiskum torleikastigi,
t.d. greinar í yrkistíðarritum, ævisøgur, samrøður og ritroyndir. Lisnir verða eisini tekstir um náttúruvísindi og
tøknifrøði. 2 heil verk skulu vera partur av pensum.
3.3 Lesipensum verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um 3 serliga lisin evni, hvørt vanliga 3-6 tekstir í vavi.
Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spum-
ingur, eitt tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk. í minsta lagi eitt evni skal viðgerast úr søguligum
sjónarhomi.
3.4 Tekstir, sum verða bomir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, skulu vera partur av lesipensum.
Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum. Hetta til-
far kann fevna um í mesta lagi 10% av lesipensum.
3.5 Skrivliga arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 15 fríar
uppgávur á 2-4 síður og 29 uppgávur á 1-2 síður. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa
teir vegleiðing bæði í felag og einsæris.