Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 78
226
9.3 Longdin á høvuðsbókmentunum á russiskum kann skifta eftir torleikastigi, mongdini av umsettum orðum,
paralellteksti o.s.fr. í tekstinum, men teksturin skal í minsta lagi vera 10 normalsíður.
9.4 Tekstir, sum eru við í lesipensum hjá valbólkinum, mugu ikki nýtast sum høvuðsbókmentir.
9.5 Um uppgávan hendingaferð verður skrivað á russiskum, verða somu krøv sett til neyva orðing eins og á
føroyskum, og tað telur ikki í sjálvum sær positivt, at hon verður skrivað á russiskum.
10. í dømingini verður høvuðsdenturin lagdur á, at tey formligu krøvini eru fylgd, at svarið er samanhangandi
og væl skipað, at evnið er endurgivið á einum greiðum, samanhangandi og sjálvstøðugum máli, at russiski høv-
uðsteksturin væl sæst aftur í uppgávuni og, at næmingurin er førur fyri at greina, samanbera og meta um, so at
uppgávan ikki bara verður á endursagnarstigi.
Próvtøkan
11. Hildnar verða ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
12.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan
íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
12.2 Próvtakarin verður próvhoyrdur í ólisnum teksti á 0,5 normalsíðu, sum próvdómarin hevur valt, og í lisnum
teksti á umleið 0,5 normalsíðu. Ólisni teksturin skal umsetast. Próvtakarin lesur upp brot burtur úr lisna tekstin-
um, og verður hetta nýtt sum støði undir eini samtalu á russiskum máli.
12.3 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið 40 normalsíður, sum skulu umboða
í minsta lagi 3 tekstir og evni. í minsta lagi ein triðingur av uppgevingunum skulu verða ótillagaðir tekstir.
Styttri tekstir í uppgevingunum verða savnaði eftir tema.
12.4 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp umleið 80 normalsíður, sum
skulu umboða í minsta lagi 3 tekstir og evni. í minsta lagi ein triðingur av uppgevingunum skulu verða ótillag-
aðir tekstir.
12.5 í fyrireikingartíðini skulu nýtast rein eintøk av uppgivnu tekstunum. Harumframt er próvtakarunum loyvt
at nýta teir hjálparmiðlar, sum teir eru vanir at nýta í dagliga arbeiðinum: orðabøkur, mállærur, málslig yvirlit,
orðalistar o.t., umframt egnar uppskriftir.
12.6 Uppskriftir til ekstemporaltekstin kunnu skrivast á breddanum, men mugu ikki bera brá av eini samanskriv-
aðari umseting. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann
gevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í próvdømingini.
13.1 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður ásett við støði í einari heildarmeting av fatan próvtakarans av
ólisna tekstinum, úttalu og tónalagi (intonatión), taluførleika, kunnleika til lisna tekstin, og fatan av spumingum
próvhoyrarans.
13.2 í dømingini av taluførleikanum verður høvuðsdenturin lagdur á, hvat ið próvtakarin veruliga er førur fyri
at greiða frá. Ein innihaldsliga góð samtala við nøkrum málsligum villum verður hægri mett enn ein samtala,
har próvtakarin ikki torir út um tær vanligu málsligu gyrðingamar og tí heldur ikki ger so nógvar feilir.
14.1 Til skrivligu próvtøkuna, sum er 5 tímar, verður givin ein russiskur tekstur á umleið 1 normalsíðu. í tilknýti
til tekstin skal próvtakarin svara einum A-parti við spumingum til tekstin, og einum B-parti við umseting úr
føroyskum/donskum til russiskt, umframt nøkmm fríari uppgávum.
14.2 Til skrivligu próvtøkuna em hesir hjálparmiðlar loyvdir:
a) Orðabøkur í vavi sum Gyldendals røde ordbøger og Krymova v.m.: Dansk-mssisk ordbog. Hemmframt ein
mssisk-mssisk orðabók.
b) Mállæmbøkur í vavi sum Annie Christensen, Russisk Grammatik.
15. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. í dømingini verður dentur lagdur á, at svarið er nóg stórt
í vavi, at málið er skilligt, sjálvstøðugt, samanhangandi og fjølbroytt, og at tað vísir, at próvtakarin hevur skilt
fyriløguna. Eisini verður mett um, hvussu væl næmingurin dugir morfologi og syntaks. Eitt innihaldsliga ríkt