Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 156
304
Støðisritgerðin
5.5 f 1. HF verður støðisritgerð skrivað við tí endamáli, at næmingurin lærir grundleggjandi:
- at skriva ritgerð
- at málbera seg skrivliga
- at finna fram tilfar
- at skipa tilfar
- at nýta keldutilfar
- at arbeiða innan fyri tíðar- og plássmark.
Evni og tilfar verða vald í samráð við læraran. Ritgerðin verður latin inn í seinasta lagi 1. februar og latin næm-
inginum aftur í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er latin inn. Hvør næmingur skal hava skrivliga eftirmeting av
ritgerðini, umframt at eftirmeting verður givin í felag í flokkinum. Støðisritgerðin skal vera einar 6 mask-
inskrivaðar A4 síður við 1 1/2 reglugloppi.
Høvuðsuppgávan
6.1 í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sýna evni til sjálvstøðugt at bera øðr-
um tað innlit, hann hevur ognað sær.
6.2 Uppgávuevnið og háttalagið skulu vera innan fyri karmamar um lærugreinina. Evnið kann vera framhald av
tilfari, sum er lisið í flokkinum, men tekstagrundarlagið má ikki hava verið brúkt í undirvísingini frammanundan
og heldur ikki sum grundarlag undir støðisritgerðini.
6.3 Dømingin verður grundað á heildarmeting av, hvussu næmingurin hevur greitt týdningarmestu tættimar í
valda evninum, og hvussu uppgávan er skipað, viðgjørd og borin fram.
Málkunnleiki
7. Næmingurin skal gjøgnum munnligar og skrivligar venjingar menna málslig evni og málfatan. Næmingurin
skal vandaliga kunna viðgera málsligar spumingar og greina tekst frá málsligum sjónarmiði. Næmingurin skal
eisini læra at brúka málkunnleikan í verki við at rætta tekstir og taka støðu til málbrúkið í teimum. Næmingurin
skal lesa úrval av tekstum, ið geva honum fatan av arbeiðinum at mennáog varðveita føroyskt mál. Føroyskur
málpolitikkur skal umrøðast, málrøktarspumingar við støði í fjølmiðlamáli skulu viðgerast og nýggjyrði skulu
umrøðast.
Próvtøkan
8. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
9.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í lisnum og ólisnum teksti við fyrireikingartíð. Fyrireikingar-
tíðin er umleið 60 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsúflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir
um tíman, íroknað próvdøming. Próvhoyrarin velur ólisnu tekstimar. Rithøvundur og útgávuár skulu tilskilast,
og í sambandi við tekstabrot skal stutt høpisfrágreiðing vera skrivað.
9.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 2 høvuðsverk og 150 normalsíður av stutt-
um, lisnum tekstum. Tekstimir skulu veljast soleiðis, at teir fjølbroytt umboða lisnu heildina. Ongin stuttur
tekstur telur meiri enn 10 normalsíður.
9.3 Hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum umframt 6 sjálvlisin verk.
9.4 Hvør próvtakari fær lisnan og ólisnan tekst við sær inn í fyrireikingarhølið. Próvtakari fær próvtøkuspum-
ingin skrivliga, umframt reint, vælprentað eintak av ólisnum og lisnum teksti. Tøkar føroyskar - føroyskar,
føroyskar - danskar og danskar - føroyskar orðabøkur umframt Fremmandaorðabók / Nudansk Ordbog skulu
vera til taks í fyrireikingarhølinum. Næminginum er loyvt at hava allar bøkur, uppgávur, egnar uppskriftir og
annað, ið brúkt hevur verið í undirvísingini øll árini, við sær inn til fyrireikingar. Undir próvhoyringini kunnu,
sum stuðul undir framløguni, brúkast uppskriftir, gjørdar í fyrireikingartíðini, men beinleiðis handrit til upplest-
urs telur ikki positivt í dømingini.
9.5 Ólisnu og lisnu tekstimir skulu vera skyldir í evni, tíðarhøpi ella tekstaslagi. Ólisni teksturin, ið ikki má
vera longri enn 8 normalsíður, skal greinast og tulkast, tann lisni skal brúkast til at seta avrikini í samanhang.
Við støði í arbeiðinum, gjørt í fyrireikingartíðini, skal próvtakarin í sjálvstøðugari framløgu vísa, at hann hev-
ur evni/hegni og kunnleika til: