Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 70
218
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum tað nágreiniliga lisna tilfar-
ið svarandi til 120-150 síður umframt tað royndararbeiðið, sum hoyrir til.
4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensumið eitt ná-
greiniliga lisið tilfar svarandi til umleið 180 síður umffamt tað royndararbeiðið, sum hoyrir til, møguliga frá ein-
um royndarstovuskeiði, sí fylgiskjal 35.
4.4 Loyvdir hjálparmiðlar eru bøkur, yvirlit og annað tilfar, sum stendur á skjalinum fyri lesipensum og próv-
tøkuuppgevingar. Harumframt egnar uppskriftir og royndarfrágreiðingar, umframt lummaroknari og fremm-
andaorðabók.
4.5 Próvtakarin fær 1 próvtøkuspuming. Próvtøkuspumingurin skal vanliga hava neyvari undirspumingar um-
framt kend og ókend fylgiskjøl (t.d. talvur, myndir ella tól). Royndararbeiðið skal við hóskandi tyngd vera part-
ur av próvtøkuspuminginum.
5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Miðstig
Endamál
6. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa djúpari innlit í lívfrøðiligan hugsanarhátt og háttalag, eins og teir ogna sær hollan kunn-
leika um lívfrøðilig høvuðsøki,
b) at næmingamir fáa ftmi at gera nágreiniligar lýsingar og greiningar av lívfrøðiligum skipanum við støði í
royndum,
c) at næmingamir læra at orða og loysa lívfrøðiligar trupulleikar við náttúmvísindaligum háttaløgum sum
hjálparamboð,
d) at næmingamir fáa lívfrøðiligar fortreytir fyri at greina og meta um møguleikamar og avleiðingamar av
tøknifrøðiligu menningini fyri náttúmna, samfelagið og einstaklingin, og
e) at næmingamir læra at nýta vita sína og háttalagskunnleika sín til at taka støðu til egnar og samfelagsligar
tmpulleikar við lívfrøðiligum innihaldi við støði í heimligum umhvørvi.
Undirvísingin
7.1 Undirvísingin byggir á eitt lívfrøðiligt støði svarandi til kravt stig og skiftir millum evnisarbeiði og skeiðs-
virksemi. Valið av evnum skal samlað tryggja eina lýsing av hesum økjum:
a) Lívfrøði sum vísind.
b) Lívfrøðiligari framleiðslu og lívfrøðitøknifrøði.
c) Heilsu og sjúku.
d) Náttúm og umhvørvi.
7.2 Virksemi uttan fyri skúlan er ein náttúrligur partur av undirvísingini.
7.3 Teld er partur av undirvísingini, t.d. tá ið nýtt verða amboðsforrit, samlátforrit og datagmnnar, umframt í
royndararbeiðinum.
7.4 Læmgreinin verður skipað við støði í royndum. Kvalitativar og kvantitativar kanningar og royndir em part-
ar av undirvísingini, og verður undirvísingin løgd soleiðis til rættis, at næmingamir venjast í at leggja til rættis
og gera kanningar og royndir.
7.5 í sambandi við royndararbeiðið skulu næmingamir venjast í at meta um møgulig vandamál og duga at seta
í verk neyðug trygdartiltøk, tá ið arbeitt verður við ymsum tólum, evnafrøðiligum evnum og lívfrøðiligum evn-
um.
7.6 f sambandi við undirvísingina læra næmingamir at formiðla lívfrøðiliga vitan og fatan. Næmingamir skulu
læra at formiðla læmgreinina munnligt og skrivligt. Hetta fer fram við millum annað at gera 7 starvstovufrá-
greiðingar, men aðrir miðlahættir kunnu eisini verða nýttir. Frágreiðingamar verða skrivaðir av tí einstaka
næmingi ella í bólki, og lærarin rættar og ger viðmerkingar til frágreiðingamar.