Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 48
196
Tekstalestur fyri 1920
5.3 Frá tíðarskeiðinum fram til 1920 verða lisnar 150-400 normalsíður.
a) tekstir ffá víkingatíðini og fram til trúbótina, ið lýsa høvuðstættir í norrønari mentan, verða lisnir. f minsta
lagi 20 normalsíður verða lisnar.
b) úrval av skaldskapi á mannamunni, ið fevnir um høvuðsbólkar, verður lisið. f minsta lagi 30 normalsíður
verða lisnar.
c) tekstir frá tjóðskapartíðini skulu lesast í breiðum evropiskum mentanarhøpi. í minsta lagi 50 normalsíður
verða lisnar.
Tekstalestur frá 1920 og til í dag
5.4 Frá tíðarskeiðinum eftir 1920 verða 600-850 normalsíður lisnar.
a) tekstir frá 1920 til 1960 verða settir í samband við rák í norðurlendskum/evropiskum bókmentum. í minsta
lagi 100 normalsíður verða lisnar.
b) tekstir frá 1960 og fram til í dag, umboðandi rák í umheiminum, skulu lesast. í minsta lagi 300 normalsíður
verða lisnar.
Fjølmiðlatekstir
5.5 Fjølmiðlatekstir skulu viðgerast og eiga at vera partur av grundarlagi undir undirvísing um samskifti. f
minsta lagi 2C normalsíður verða lisnar.
Myndir
5.6 Næmingurin skal læra at greina og tulka myndir við støði í grundleggjandi hugtøkum um myndasamanset-
ing. í minsta lagi 5 myndir verða lisnar.
Filmslist
5.7 Næmingurin skal læra at greina og tulka filmslistamál og grundleggjandi bygnað í filmslist. f minsta lagi 1
filmur verður lisin.
Annar lestur
5.8 Søga, siðsøga, byggilist og annað tilfar kann lesast til tess at skapa greiðari fatan av ávísum tekstum og ment-
anarrákum. Hesir tekstir verða lisnir innan fyri karmamar um tekst, evni og tíðarskeið.
Teld
5.9 Teld er partur av undirvísingini.
Skrivligi tátturin
6.1 Skrivligi tátturin hevur til endamáls at menna tilvitsku næmingsins um móðurmálið, menna fatan hansara
um málið sum samskiftisamboð, umframt at menna evni hansara at málbera seg greidliga og rætt. Undirvísing-
in í skrivliga táttinum skal leggjast soleiðis til rættis, at hon er natúrligt framhald av arbeiðinum við munnliga
táttinum.
6.2 Skrivligi tátturin fevnir um at læra næmingin:
- at greina ymsar samskiftishættir
- at greina og tulka tekstir
- at taka støðu til og føra prógv fyri sjónarmiði.
- at skriva ymisk tekstasløg
6.3 í l.s og fyri 1. november skal næmingurin hava grundskeið í skriving, sum fevnir um 10-15 undirvísingar-
tímar. Gmndskeiðið verður lagt til rættis sum dags- ella hálvdagsskeið. Endamálið við grundskeiðnum er at
menna arbeiðshátt og arbeiðslag í sambandi við skrivivirksemi. Grundskeiðið skal viðgera grundleggjandi hug-
tøk um skrivitilgongd og menna skrivliga førleikan, ið kemur næminginum til góðar í øðrum lærugreinum eis-
ini. Lærarin í føroyskum leggur skeiðið til rættis saman við hinum lærarunum, flokkurin hevur.
Long og stutt verkevni
6.4 011 trý árini verður arbeitt við longum og stuttum verkevnum. Longu verkevnini hava til endamáls at greina
og tulka fagurbókmentatekst í bundnum og óbundnum máli, yrkisbókmentatekst og myndir. Stuttu verkevnini
hava til endamáls at læra næmingin at málbera seg skrivliga um onnur evni og á øðrvísi hátt, enn hann ger í
sambandi við long verkevni. Næmingurin skal í minsta lagi skriva 8 stutt verkevni hvørt árið, umframt hesi
longu verkevni: