Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 41
189
vistfrøði skulu havevnafrøðilig viðurskifti sum t.d. hiti, salt, føðslusølt og súrevni verða viðgjørd við serligum
atliti at viðurskiftunum í havinum. Harumframt skulu hesi evni verða nágreiniliga lýst og viðgjørd: Brutto- og
nettoframleiðsla, føðiketur og føðinet, evnisringrásin og orkustreymurin. í hesum sambandi skal ávirkanin av
umhvørvisdálking á vistskipanina eisini viðgerast við høvuðsdenti á dálking við plantu- og skordjóraeitri, lív-
frøðiligari dálking, dálking við tungmetalum og oljudálking.
2) Fiskifrøði og stýring
Arbeiðsøkið hjá fiskifrøðingum og innsavnan av tilfari til fiskifrøðiligt ráðgevingarabeiði skal lýsast við denti
á forsagnir um tilgongd, vakstrar- og aldursgreiningar. í hesum sambandi verða yngul- og yvirlitstrolingar tikn-
ar við í undirvísingina. Stovnshugtakið og hvussu støddin á einum stovni verður ávirkað av náttúru- og fiski-
ávum skal viðgerast við dømum úr føðiketuni. Næmingamir skulu í høvuðsheitum skilja endamálið og fram-
ferðarháttin við hesum stovnsmetingarhættum: VPA-kanningar (útroknað við prosentum), merkiroyndir og
ekkointegratormátingar. Galdandi reglur fyri stýring av fiskiskapinum undir Føroyum skulu lýsast gjølla, og
undirvísingin skal fevna um búskaparliga og lívfrøðiliga stýring av fiskiskapinum. Arbeiðsøkið hjá Fiskiveiðu-
eftirlitinum. Millumlanda fiskifrøðilig ráðgeving verður lýst við arbeiðsgongdini hjá altjóða ráðnum fyri
havrannsóknir (ICES).
3) Streymviðurskifti - fiskileiðir, fiskircettindi og fiskiflotin
í undirvísingini skulu næmingamir fáa kunnleika til dýpi og botnviðurskifti og duga at meta um týdningin av
hesum fyri fiskiskap. Kunnast skal eisini um høvuðsstreymamar í landnyrðingspartinum av Atlantshavi, serliga
Føroyaøkið, og um sjóarfalsstreymar. Næmingamir skulu duga at rokna streym eftir álmanakkanum og meta um
rákið eftir streymtalvu. í undirvísingini skal kunnast um fiskiskapin undir Føroyum hjá føroyingum og útlend-
ingum. Somuleiðis skulu broytingar í veiðu og fiskileiðum hjá føroyska fiskiskipaflotanum viðgerast. Galdandi
fiskiveiðusáttmálar við onnur lond. Høvuðssløgini av reiðskapi skulu viðgerast og bólkast eftir, hvussu tey
virka. Tey vanligastu sløgini av staðfestingartólum og leitingartólum skulu kennast, og kunnast skal um megin-
reglumar í virkisháttinum. Samansetingin í føroyska fiskiskipaflotanum skal viðgerast við atliti til fiskileiðir,
reiðskap og rakstur.
4) Virking av fiski
í undirvísingini skal kunnast um framleiðslugongdina umborð á fiskiskipum, útróðrarbátum og fiskavirkjum.
Næmingamir skulu kenna framleiðslugongdina av høvuðsvørubólkunum. Teir skulu eisini gera útrokningar við
atliti til, hvussu rávømprísur, ymiskir kostnaðir, úrtøka, rakstrarfígging og søluprísur ávirka búskapin hjá fiska-
virkjum. í undirvísingini um aling skal framleiðslugongdin lýsast frá lívfiski til alifiskurin er klámr at fara á
marknaðin. Næmingar skulu kunnast um galdandi reglur á aliøkinum, og teir skulu gera útrokningar av rakstr-
inum í alivinnuni. Við atliti at longu framleiðslutíðini skal tørvurin á rakstrarfígging og neyvari fíggjarstýring
lýsast. Hagreiðing av ftski umborð og á landi skal setast í samband við tær broytingar, sum henda í fiskinum, tá
hann doyr, verður viðgjørdur og goymdur. Týdningurin av fiski sum matvøra skal viðgerast og greitt verður frá
um vømsamanseting og vømmenning. Kunnast skal um kunda- og myndugleikakrøv til fiskavirking. Eisini skal
kunnast um galdandi reglur á framleiðsluøkinum.
5) Búskap, marknaðarføring og søla
Tann samfelagsligi týdningurin av fiski- og alivinnuni verður lýstur við t.d. hagtølum um framleiðslu, útflutn-
ing og lønarkostnaðir. Kunnast skal um útflutningin til tey týdningarmestu keyparalondini. Handilsavtalur við
høvuðsmarknaðir skulu viðgerast við atliti at menningarmøguleikum og forðingum. Marknaðurin skal lýsast
við støði í viðurskiftum, sum ávirka útboð og eftirspuming eftir fiski. Lýst verður, hvussu søla av fiski í Føroy-
um er skipað við sølu millum skip og virki. I hesum sambandi skal uppboðssølan eisini lýsast. Kunnast skal um
sølu millum skip, virki og sølufeløg. Søla av rávørum og hálvvirkaðum vørum til virkismarknaðin og lidnum
vørum til brúkaramarknaðin skal lýsast nágreiniliga við atliti at skiftisrøð, marknaðarføring, vørumenning og
marknaðarmenning. í hesum sambandi skal eisini greiðast frá um sølu av feskum vørum og vørum, sum halda
sær longur. Virkisøkið hjá útlendskum uppboðssølum og fiskamarknaðum skal lýsast.
6) Felagsviðurskifti og trygdarskipanir
Greitt verður í stuttum frá feløgunum, sum hava samband við fiskivinnuna, og sáttmálin millum Føroya Fiski-
mannafelag og Føroya Reiðarafelag verður viðgjørdur. Tey nýggjastu hýrutølini fyri teir ymsu skipabólkamar
verða viðgjørd og sammett við lønarlagið á landi, og næmingamir skulu fara ígjøgnum dømi um avrokningar
til manningina. Undirvísingin leggur dent á at lýsa almennar stuðuls- og trygdarskipanir til útróðrarbátar, skip
og manning.
7) Valfría verkætlan
Næmingamir kunnu, saman við læraranum, velja at gera eina verkætlan innan fyri eitt av teimum kravdu kjamu-
økjunum. Arbeitt verður vanliga í bólkum, og arbeiðið endar við eini skrivligari frágreiðing.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka við fyrireiking. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru veg-
leiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.