Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 80
228
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 250-275 síður av lisna pens-
uminum, har øll 3 økini nevnd í 3.1 eru umboðað.
4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum.
4.4 Loyvdir hjálparmiðlar: Alt tilfar, ið hevur verið nýtt í sambandi við undirvísingina, eisini egnar uppskriftir
og møguligar frágreiðingar. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin
undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til
upplestur telur ikki positivt við í dømingini.
4.5 Próvtøkuspumingar verða einans settir í tilknýti til útflýggjaða tilfarið, sum ikki hevur verið nýtt í undir-
vísingini, men sum tó er um somu evni. Einstøku próvtøkuspumingamir skulu hava í sær undirspumingar, til
tess at próvtakarin fær høvi at sýna hegni sítt á ymsum stigum.
5. Givið verður 1 próvtal. F*róvtalið verður ásett við støði í eini heildarmeting.
Studentaskúlakunngerðin
Fylgiskjal 23
Juli 1996
Samfelagsfrøði
Miðstig
Endamálið
1.1 Endamálið er,
a) at næmingamir fáa innlit í gmndleggjandi samfelagsligar samanhangir og í, hvussu avgerðir verða mynd-
aðar, soleiðis at næmingamir ogna sær vitan um, hvussu samfelagið ávirkar korini hjá tí einstaka at liva og
virka undir,
b) at næmingamir verða førir fyri at knýta samband millum samfelagsfrøðisligt medvit og gerandisdagin, sum
teir kenna hann,
c) at næmingamir skilja og duga at taka støðu til dagliga tjakið um samfelagsviðurskifti,
d) at næmingamir gerast førir fyri at avdúka fyritreytir undir sjónarmiðum og átøkum, og at teir gerast førir
fyri at greiða frá, hvøtjar virðisfatanir, sjónarmið og átøk em grundað á,
e) at næmingamir fáa kunnleika til samfelagsfrøðilig ástøði og háttaløg.
1.2 Undirvísingin skal skunda undir, at næmingamir gerast meiri áhugaðir í samfelagsligum spumingum og í at
mynda samfelagið, og geva teimum fortreytir at taka støðu.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin skal fevna um 2-4 temu og eina verkætlan, soleiðis at kravdu høvuðsøkini verða viðgjørd og
fakliga dygdin verður tryggjað við, at tað verður farið gjølla um.
2.2 Undirvísingin skal í mestan mun snúgva seg um føroysk samfelagsviðurskifti, men tað ber eisini til at taka
altjóða viðurskifti til viðgerðar.
2.3 I undirvísingini skulu dagsins mál eiga innivist, og hyggjast skal út um vanligu undirvísingarkarmamar. í
undirvísingini skulu eisini nýtast undirvísingarhættir, ið royna nýggjar leiðir.
2.4 Undirvísingin skal fevna víða, tá tað snýr seg um val av tilfari, háttaløgum og ástøði. Undirvísingin skal
hanga saman og hava framtøku í sær.