Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 74
222
18.2 Pensumuppgevingamar til skrivligu próvtøkuna eru:
1) Arvalcera og evolutiónslæra: Arvalæra menniskjans, nýtsla av arvalæru í gransking og framleiðslu, arvalær-
unnar mýla- og kyknugrundarlag, arvamynstur, mutatiónir umframt gentøknifrøði.
2) Lívvirkisfrøði: Evna- og orkuskifti, rørsla umframt lívfrøðilig sjálvjavning í sambandi við hormonir, nerva-
skipan og órinskipan.
3) Vistfrøði: Brutto- og nettoframleiðsla, evnaringrásir (bara C, N og P) og orkuskifti, økotoksikologi umframt
stigvísa broytingin og berievnið hjá vistskipanini.
4) Lívevnafrøði og lívalisfrøði: Kolhydratir, proteinir, kjamusýrur, kveikar, flutningstilgongdir á mýlstøði, pro-
teinsyntesa, kemosyntesa, intermediera evnabroytingin (bert kolhydratir) og lívevnafrøðilig greiningarháttaløg.
5) Smáverulívfrøði: Smávemr sum sjúkuelvarar, leikluturin hjá smávemm fyri vistskipanina (smb. skrivliga
pensum undir punktinum vistfrøði), smávemlívfrøðilig arbeiðsháttaløg umframt nýtsla av smávemm í gransk-
ing og framleiðslu.
Lívfrøðilgu evnini, sum em nevnd her, skulu síggjast í mun til lýsingina av innihaldinum í undirvísingini annars,
og gingið verður út frá einum gmndleggjandi kunnleika til teir partar av tí nágreiniliga lisna tilfarinum, sum ikki
er partur av próvtøkupensum.
18.3 Loyvdir hjálparmiðlar em bøkur, yvirlit og annað tilfar, sum stendur á skjali fyri lesipensum og próvtøku-
uppgevingar. Hammframt egnar royndarfrágreiðingar, skrivligar uppgávur, egnar uppskriftir og royndardag-
bøkur umframt góðkendur lummaroknari, databók í alisfrøði og evnafrøði, fremmandaorðabók og hóskandi
pappír til ritmyndir (millimeturpappír, sannlíkispappír, logaritmupappír o.s.fr.).
19. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.