Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 197
HF-kunngerðin
345
Fylgiskjal 28
Juli 1996
Tøkni
Vallærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa kunnleika til dømi um nýtslu av tøkni í nútfmans samfelagnum,
b) at næmingamir fáa innlit í og vitan um nøkur tøknilig háttaløg,
c) at næmingamir fáa førleika til at nýta hesi háttaløg til einfaldar verkligar uppgávur, og
d) at næmingamir læra at málbera seg skrivliga og munnliga um tøknilig evni.
Undirvísingin
2.1 Endamálið verður framt við verkligum og ástøðiligum arbeiði við tveimum størri evnisøkjum og við starvs-
venjing. Dentur verður lagdur á, at ástøðið og tað ítøkiliga arbeiðið verður javnsett í undirvísingini.
2.2 Undirvísingin hevur støði í tveimum størri evnisøkjum, sum skulu vera ymisk og tryggja breidd í læmgrein-
ini. Tey bæði evnisøkini verða vald eftir teimum møguleikum, sum em fyri samstarvi við virki, stovnar og tekn-
iskar skúlar í nærumhvørvinum, og undirvísingin verður løgd til rættis í samráð við hesi.
2.3 Ástøðið í læmgreinini hevur støði í gmndleggjandi pørtunum í náttúmvísindaligu læmgreinunum lívfrøði,
alisfrøði og evnafrøði. Undirvíst verður eitt hálvt ár í hvørjum evnisøki. Undirvísingin verður løgd til rættis sum
ein samanseting av felags skeiðsskúlagongd, næmingalagað verkevnisfyrireikandi undirvísing og ítøkiligt verk-
evnisarbeiði í smærri bólkum. Verkevnisarbeiðið skal mest møguliga tengjast at starvsvenjing, og verkevnið hjá
hvørjum bólki sær verður lagt til rættis á slíkan hátt, at tað tvinnar saman vitan og verkliga førleika næming-
anna. Hvør bólkur skrásetur og arbeiðir framhaldandi við sínum úrslitum, og savnar tey saman til eina verkevn-
isfrágreiðing svarandi til í mesta lagi 25 maskinskrivaðar síður íroknað myndir og talvutilfar, men kelduávís-
ingar o.t. verða ikki íroknað. Frágreiðingin skal innihalda eina greiðsluevnisorðing, hemndir eina stutta frá-
greiðing um neyðuga ástøðið, eina próvførslu og eina niðurstøðu.
2.4 Umframt báðar verkevnisfrágreiðingamar skulu næmingamir gera 6 frágreiðingar.
2.5 í minsta lagi eina ferð í samlaðu undirvísingargongdini skulu næmingamir einsæris ella í bólkum framleiða
eitt ítøkiligt produkt. Tað kann vera eitt materialt produkt, t.d. ein lutur framleiddur í metalsmíð ella eitt ítøki-
ligt evni, framleitt við eini lívfrøðiligari ella evnafrøðiligari syntesu. Men tann ítøkiligi luturin kann eisini vera
immateriellur, t.d. forrit ella ein analysuforskrift.
2.6 Teld er partur av undirvísingini, og í minsta lagi eina ferð í undirvísingargongdini skal nýtsla av teld vera
týðandi partur í arbeiðinum við einum av lutarevninum, sum er lýst í 3.1.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um hesi lutarevni:
1) Tilfar og tilfarsliðir.
Tilfar og tilfarsliðir fevna um ráevni, millumlutir og tilfarsliðir til framleiðslu. Dentur verður lagdur á alisfrøði-
ligu, evnafrøðiligu og lívfrøðiligu eginleikamar, sum em viðkomandi í tí tøkni, sum nýtt verður.
2) Framleiðsluhættir.
Viðgerðin skal vera grundað á ítøkilig dømi, ið em viðkomandi í tí evnisøki, sum valt er. Lutarevnið kann t.d.
snúgva seg um nøkur av teimum háttaløgum og tilgongdum, sum eru partur av teirri samlaðu tilgongdini, sum
verkætlanimar em knýttar at.
3) Stýring og skipan av tilgongdum.
Tilgongdarstýring og tilgongdarskipan verða lýstar við úrvaldum dømum, eitt nú tilgongdarstýring við edv, lív-
frøðiliga treytað stýring; ella klassiskar stýringartilgongdir sum mekanisk, hydraulisk ella pneumatisk stýring.
4) Máting og greining av eyðkendum datum fyri tilfar, tilfarsliðir og lidnaframleiðslulutir.
Lutarevnið fevnir um dømi um týdningarmikil háttaløg ella teknikkir, sum brúkt verða t.d. í góðskueftirliti av
tilfari, tilfarsliðum og lidnuframleiðslum. í tann mun, tað er gjørligt, skulu næmingamir hava høvi at kunna seg
við professionella mátingar- og greiningarútgerð.
5) Dømi um, hvussu tøkni verður nýtt í nútíðarsamfelagnum og um avleiðingar fyri náttúru og menniskja.
Lýsingin av, hvussu tøknin verður nýtt, og hvøijar tær samfelagsligu og umhvørvisligu avleiðingamar em, er
samanflættaður partur av øllum hinum fýra lutarevnunum og av arbeiðinum við verkætlanunum.