Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 207
355
15.4 Tann sjálvlesandi skrivar 9 frágreiðingar.
16.1 í lívfrøði á hástigi er tað ein fyritreyt fyri at luttaka í starvsstovuskeiðinum, at tann sjálvlesandi hevur stað-
ið lívfrøði sum vallærugrein ella hevur eitt samsvarandi fakligt støði.
16.2 í starvsstovuskeiðinum í lívfrøði á hástigi verður miðað ímóti, at tey sjálvlesandi fáa førleika í royndarar-
beiði og í greidligum lýsingum og greiningum av lívsfrøðiligum kervum.
16.3 Hesi evnisøki eru partar av skeiðinum:
a) lívevnisfrøði og lívalisfrøði, og
b) smáverulívfrøði.
Herumframt kann royndararbeiðið býtast á hesi evnisøki:
a) vistfrøði,
b) arvalæra og menningarlæra og
c) lívvirkisfrøði
16.4 Tann sjálvlesandi skrivar 8 frágreiðingar.
HF-kunngerðin
Námsferðir
Fylgiskjal 34
Juli 1996
Allýsing
1.1 Við námsferð skilst eitt ferðavirksemi, ið varir ein ella fleiri dagar fyri allar næmingar í einum undirvísing-
arbólki. Námsferðir kunnu eisini vera styttri tíð.
1.2 Námsferðir er undirvísing, ið fer fram uttan fyri skúlagátt innanlands ella uttanlands. Tær kunnu vera part-
ar av undirvísingini í øllum lærugreinum; tær eru ikki kravdar í nøkrum lærugreinum, men eru náttúrligur part-
ur av undirvísingini í summum lærugreinum.
1.3 Vanliga skal ferðast við øllum bólkinum, og ferðast kann bert í tí/teimum skúlaári/árum, har bólkurin fær
undirvísing í tí/teimum avvarðandi lærugrein/um.
Alment um námsferðir
2. Námferðir yvir fleiri dagar og starvsvenjing skulu helst fara fram innan sama tíðarskeið í árinum fyri allar
næmingar á skúlanum. Víkjast kann tó frá felags námstíðarskeiði, tá ið tað er væl grundað fakliga. T.d. náms-
ferðir ella virksemi, sum er knýtt at árstíðini (økisarbeiði).
3. Alt virksemi sambært 2 skal góðkennast av rektaranum/skeiðsleiðaranum, grundað á eina gjølliga fakliga
skrá. Ein treyt fyri góðkenning er, at virksemið verður partur av uppfyllingini av teimum fakligu krøvunum, og
at tað í vavi fult svarar til ta vanligu undirvísingina, sum dettur burtur.
4. Av pensumuppgevingunum hjá bólkinum skal tilskilast, hvussu námsferðimar yvir fleiri dagar em partar av
pensum- og próvtøkuuppgevingunum í tí/teimum avvarðandi lærugrein/um.
5. Meginreglan er, at allir næmingar í einum bólki taka lut í námsferðum. Fyri næmingar, sum av heilt serligum
orsøkum ikki luttaka í námsferð, kann eitt serligt pensum gerast, í tí føri at hesir næmingar ikki kunnu geva upp
evni ffá námsferðini.