Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 203
HF-kunngerðin
351
Fylgiskjal 32
Juli 1996
Høvuðsuppgávan
1. Høvuðsuppgávan verður skrivað í eini av felagslærugreinunum donskum, føroyskum, geografi, religión ella
søgu ella í eini vallærugrein, burtursæð frá vallærugreinunum á felagslærugreinastigi: alisfrøði-evnafrøði, lív-
frøði og samfelagsfrøði.
2. Uppgávan verður skrivað í eini viku, sum skúlin ásetir, í tíðarskeiðinum 1. desember til 15. februar.
3. Næmingar í 2-ára skeiðslestri skriva høvuðsuppgávuna seinna skeiðsárið, smbr. kunngerðini § 6, stk. 11.
4. Einstaki næmingurin velur sjálvur lærugreinina, sum uppgávan skal skrivast í. Næmingurin skrivar uppgáv-
una í einari lærugrein, hann verður undirvístur í ella hevur verið undirvístur í. Sjálvlesandi skriva uppgávuna f
eini lærugrein, tey hava verið til próvtøku í, ella tey innskriva seg til próvtøku í komandi próvtøkuskeiði.
5. f seinasta lagi 6 vikur undan uppgávuvikuni skal næmingurin hava valt lærugrein og øki: samstundis fyllir
næmingurin út oyðiblað við navni, flokki/valbólki, valdu lærugrein og øki. Økið verður valt í samráð við faklær-
aran/vegleiðaran. Evni og arbeiðsháttur í uppgávuni skal liggja innan karmamar í tí valdu lærugreinini. Upp-
gávan verður skrivað um eitt annað evni enn tað sum skrivað er um í støðisritgerðini í føroyskum og í søguupp-
gávuni. Tá ið næmingurin hevur valt øki, skal hann seta seg í samband við faklæraran/vegleiðaran fyri saman
við honum at avmarka økið, soleiðis at endaliga uppgávuheitið kann verða orðað.
6. Faklærari næmingsins, ið eisini er uppgávuvegleiðari, orðar uppgávuheitið. Fyri sjálvlesandi er tað tann til-
nevndi vegleiðarin, sum orðar uppgávuheitið. Uppgávuorðingin skal fevna um serstøk fakkrøv. Uppgávan skal
vanliga orðast soleiðis, at týdningarmiklir partar av uppgávusvarinum liggja uttan fyri pensum hjá næminginum
í lærugreinini, men hon kann væl vera framhald av og hava samband við pensum. Heitið skal vera soleiðis orð-
að, at næmingurin ikki frammanundan út í æsir kann skriva partar av endaligu uppgávuni, og heitið skal vera so
háttað, at tað í stóran mun hevur fyrilit fyri teimum tankum, næmingurin hevur gjørt sær um uppgávuna í leið-
beiningartíðarskeiðinum. Uppgávuheitið skal vera ítøkiligt, avmarkað og við beinraknum orðum vísa til, hvat
krevst av næminginum. Skjøl, ið næmingurin ikki frammanundan hevur kunnleika til, kunnu verða hjáløgd upp-
gávuheitinum. Víst verður í hesum sambandi til lesiætlanimar í teimum einstøku lærugreinunum. Fleiri næm-
ingar kunnu velja sama øki, men skulu tá hava ymisk uppgávuheiti.
7. Verður uppgávan skrivað í eini lærugrein við verkligum íkasti, skal tað í uppgávuheitinum greitt tilskilast, at
talan er um eina skrivliga uppgávu.
8. Tá ið uppgávuvikan bytjar, fær hvør einstakur næmingur tað oyðiblað, sum er nevnt undir punkt 5, har heiti
og útflýggjamartíð (dagur og klokkutíð) em tilskilað. í uppgávuvikuni skal næmingurin hava møguleika fyri at
seta seg í samband við faklæraran fyri at fáa svarað einstøkum, ítøkiligum spumingum, sum hava týdning fyri
arbeiðið við uppgávuni.
9. Skúlahøli, bókasavn og útgerð annars skulu vera til taks hjá næmingunum og møguligum sjálvlesandi í vik-
uni, uppgávan verður skrivað. Serhølini í alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði skulu vera til taks í vanligu undirvís-
ingartíðini í tann mun, tað er neyðugt fyri uppgávuskrivingina. Tá ið næmingurin nýtir serhøli, skal faklærari
vera hjástaddur.
10. Allar uppgávur skulu vanliga skrivast á føroyskum, tó er loyvt næmingi, sum er stinnari í øðmm máli, at
nýta hetta. Um uppgávan verður skrivað á øðmm máli, skulu økið og uppgávuheitið eisini verða orðað á hes-
um máli.
11. Lidna uppgávan má í mesta lagi fevna um 15 maskinskrivaðar A-4 síður við 1 1/2 reglugloppi av verulig-
um teksti. Innihaldsyvirlit, viðmerkingar, keldulisti, strikumyndir, talvur, umframt møguligar tekningar og
myndir og hjálagdur tekstur skulu ikki teljast við, sjálvt um nevnda tilfar er innskrivað ymsastaðni í uppgávuni.
12. Svarið skal latast inn í trimum undirskrivaðum eintøkum (fmmrit og 2 avrit) í seinasta lagi 7 samdøgur eftir
at heitið er útflýggjað. Næmingurin hevur sjálvur ábyrgdina av, at teknisk hjálpartól, ið nýtast skulu til rein-
skriving og ljóstøku, virka soleiðis, at tíðarfreistin verður hildin. Um tíðarfreistin ikki verður hildin, ber hetta
vanliga í sær, at uppgávan ikki verður góðtikin, og skal Skúlafyrisitingin beinanvegin hava boð um hetta.