Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 193
341
5.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 60 normalsíður
og í mesta lagi 75 normalsíður av ótillagaðum teksti.
5.3 Próvtøkupensum skal fevna um óviðgjørdar tekstir, soleiðis at lesipensum - bæði innan fagurbókmentir og
yrkisbókmentir - er umboðað við fleiri ymiskum tekstum av ymiskum tekstasløgum.
5.4 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum, t.e. umleið 200 st'ður.
5.5 f fyrireikingarrúminum skulu rein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini,
vera til taks til próvtakaramar. Um tekstaútgávumar hava viðmerkingar, herundir prentaðar ella ljósprentaðar
orðalistar, hava próvtakaramir loyvi at brúka tær. Próvtakaramir kunnu hammframt í fyrireikingartíðini brúka
egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum upp-
givnu tekstunum ella um umsetingar av teimum uppgivnu tekstunum. Eingir aðrir hjálparmiðlar em loyvdir,
heldur ikki handbøkur sum orðabøkur, mállærur, alfrøði o. tíl. Verða tekstir, sum em til í undirvísingarbókum,
brúktir í ljóstøkum, mugu broytingar ikki gerast í útgávuni í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at orð,
viðmerkingar og møgulig onnur hjálp em sett inn í støðum, har tað ikki stendur í uppmnaútgávuni. Til tess at
styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireiking-
artíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
5.6 Próvhoyrt verður fyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á umleið 1 normalsíðu, sum próv-
dómarin hevur valt. Síðan verður próvhoyrt í einum broti úr uppgivnu tekstunum á umleið 1/2 normalsíðu.
1) Próvhoyringin í ólisnum teksti fer fram á henda hátt: Fyrst tosa próvtakari og próvhoyrari saman á føroysk-
um um teir fyrstu 3/4 av tekstinum. Síðani umsetur próvtakarin tann síðsta 1/4 av tekstinum til føroyskt.
2) Brotið úr teimum uppgivnu tekstunum verður lisið upp, og við støði í brotinum fer ein samtala fram á týsk-
um, sum skal kanna málførleika og tekstainnlit próvtakarans.
5.7 í dømingini av málførleikanum skal størri dentur leggjast á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin málber
seg, heldur enn um allir staklutir eru rættir.
6.1 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
Hástig
Endamálið
7. Undirvísing og próvtøka í lærugreinini á hástigi fara fram sambært reglunum í kunngerðini um studentaskúlar
og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (studentaskúlakunngerðini)
Týskt framhaldsmál
Felagslærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir framhaldandi menna munnliga málførleika sín og evnini at skilja tosað týskt,
b) at næmingamir verða førir fyri skrivliga at málbera seg á einføldum týskum,
c) at næmingamir økja fortreytir sínar fyri at lesa og skilja týskar tekstir, og
d) at næmingamir gjøgnum arbeiðið við tekstum fáa breiðari innlit í eyðkend mentanarlig, søgulig og samfel-
agslig viðurskifti í týskttalandi londunum, serliga í Týsklandi.
Undirvísingin
2.1 Næmingamir skulu í støðugari framtøku og við skiftandi arbeiðsháttum venjast í at lesa tekstir av ymiskum
slagi og við góðari fatan av innihaldinum. Teir skulu harafturat framvegis venjast at skilja týskt, sum tað kem-
ur fyri í vanligari talu, og sjálvir at málbera seg flótandi og natúrliga.
2.2 Undirvísingin skal halda við líka og víðka orðatilfar næmingsins eins og kunnleika hansara til málsliga
bygnaðin, soleiðis at møguleikar hansara at málbera seg verða støðugt fjølbroyttari.
2.3 Undirvísingin skal fara fram við støði í ótillagaðum týskum tekstum, styðjað av AV-tilfari, t.d. ljóðbondum,
fdmum, sjónbondum, edv.
2.4 Næmingamir skulu hava undirvísing í hóskandi brúki av orðabókum.