Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 141
289
f) Ólívrunna evnafrøði og evnisringrás.
Utbreiðsla og almenni týdningurin av ólívrunnum evnasambindingum umtalast, og dømi um ringrás hjá
grundevnum í náttúruni skulu gevast. Týdningarmikil ólívrunnin evni viðgerast eins og leiklutur teirra í ger-
andisdegi og tøknifrøði. I samband við tey valdu evnini skal umboðandi partur av ikki-metallum og me-
tallum viðgerast. Navngeving av evnum eftir IUPAC skal í mest møguligan mun verða fylgd.
g) Umhvørvisevnafrøði.
Dømi um lýsing og greining av útbreiðslu av evnafrøðiligum evnasambindingum í ytra umhvørvinum. Um-
hvørvislógir og umsiting av hesum lógum umtalast í samband við evnafrøði. Umhvørvisevnafrøði kann
leggjast til rættis sum eitt sjálvstøðugt evni, ella tað kann takast uppí vanligt evnisøki.
h) Valfrítt evni.
Valfría evnið tekur í minsta lagi 15 % av undirvísingartíðini og fevnir vanliga um meiri enn eina sjálvstøð-
uga undirvísingargongd.
3.2 Lisnar verða umleið 200 síður.
Høvuðsuppgávan
4. Meginparturin av høvuðsuppgávuni skal vanliga taka støði í arbeiði við egnum royndum. Uppgávuorðingin
skal vera neyv og samstundis geva møguleika fyri, at næmingurin kann arbeiða sjálvstøðugt og royna sítt hug-
flog.
Próvtøkan
5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdømingin.
5.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 90-120 síður, alt eftir hvat
undirvísingartilfar er nýtt. I sambandi við hetta pensum skulu 8 frásagnir (rapportir) um royndir, ið næmingamir
hava gjørt, eins og einstakar skrivligar uppgávur gevast upp. Próvtøkupensum skal fevna bæði um aðalevni eins
og um valfrítt evni.
5.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama
sum lesipensum umframt allar frágreinðingamar.
5.4 Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini em: bøkur, evnissøvn, talvur, uppgávur, frágreiðingar og annað
skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt, ella sum er skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, ið em av týdningi
fyri uppgivnu royndimar. Góðkendur lummaroknari.
5.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin í so stóran mun sum gjørligt hevur atgongd til neyðugu tól-
ini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgd av, at bøkur og evnissøvn í próvtøkupensum em til taks í fyrireikingar-
hølinum. Aðrar loyvdar hálparmiðlar hevur próvtakarin sjálvur ábyrgdina av at hava við.
5.6 Einstaki próvtakarin verður próvhoyrdur í tveimum spumingum:
a) einum spumingi í einum av uppgivnu royndunum, sum næmingamir hava gjørt, og
b) einum spumingi í einum ástøðiligum evni í próvtøkupensum.
Teir báðir spumingamir skulu vera settir saman soleiðis, at teir em um ymisk evni. Spumingurin í tí ástøðiliga
evninum skal vera breiður og má í mest møguligan mun ikki umskarast við ástøðiliga partin í spuminginum í
royndini. Aðrenn próvtøkuna skulu próvhoyrarin og próvdómarin hava ásett ein framferðarhátt fyri tey føri, tá
tveir próvtøkuspumingar, ið fevna um somu tól, verða tiknir hvør eftir annan. Próvtakaramir skulu kunnast um
framferðarháttin.
5.7 Meðan próvtøkan fer fram, skulu tól, ið hoyra til spumingin í royndini, vera tøk. Har tað verður hildið hósk-
andi, kunnu talvur, myndir, tekningar ella líknandi frá frágreiðingunum ella øðmm hjálparmiðlum hjá próvtak-
aranum takast við í próvhoyringina.
5.8 I metingini skal dentur leggjast á, um próvtakarin hevur verið førar fyri at nýta sína evnafrøðiligu vitan.
5.9 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.