Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 206
354
12.1 í evnafrøði á hástigi er tað ein fyritreyt fyri at luttaka í starvsstovuskeiðinum, at tann sjálvlesandi hevur
staðið vallærugreinina evnafrøði ella hevur eitt samsvarandi fakligt støði.
12.2 Starvsstovuskeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at tann sjálvlesandi fær venjing í at nýta nýtímans starvs-
stovutól, fær dýpað kunnleikan til handfaring av evnafrøðiligum evnum umframt kunnleika um framkomna
starvsstovuútgerð.
12.3 Miðast skal ímóti einari tílíkari breidd, at royndimar lýsa so nógv øki og grundleggjandi arbeiðsgongdir
sum gjørligt innan evnafrøðina. Hesi øki skulu vera umboðað:
a) kolligativir eginleikar,
b) konduktans,
c) tær termodynamisku støðufunktiónimar entalpi, Gibbs-orka og entropi,
d) heterogen javnvág,
e) víðkað sýru-basuástøði,
f) elektrokemi, og
g) reaktiónskinetikkur.
Møguleiki skal vera fyri at gera meiri sjálvstøðugar royndir, og úrslit, sum em fingin til vega við at nýta fram-
komna mátiútgerð, kunnu verða tikin upp í arbeiðið.
12.4 Tann sjálvlesandi skal gera 6 størri royndir, og skal hann sjálvstøðugt skriva eina frágreiðing um hvøija
roynd.
ítróttur
13.1 í ítrótti sum vallærugrein savnar skeiðið seg um hesi øki:
a) anatomi
b) lívvirkisfrøði
c) serlig ástøði innan likamsvenjingar
d) ítróttarsosiologi
e) ítróttarsøgu
13.2 Gjørdar verða til samans 7-9 kanningar og royndir, og tann sjálvlesandi skrivar eina frágreiðing um hvøija
kanning/roynd.
Lívfrøði
14.1 f lívfrøði sum felagslæmgrein verður skeiðið lagt til rættis soleiðis, at royndararbeiði verður gjørt, sum
kunnar tey sjálvlesandi um hesi øki:
a) almenn viðurskifti viðvíkjandi starvsstovuarbeiði
b) grundleggjandi starvsstovuarbeiðsgongdir og starvsstovutrygd
c) lívfrøðiligar kanningarhættir og arbeiðsgongdir, herundir mikroskopteknikkur
d) nýtsla av fyriskipaðum royndum
e) greining og meting av innsavnaðum lívfrøðiligum upplýsingum
f) framberan av royndararbeiði, hemndir gerð av frágreiðingum.
14.2 Hesi øki em við í skeiðinum:
a) vistfrøði - umhvørvislæra,
b) arvalæra - lívfrøðitøkni, og
c) lívvirkisfrøði - heilsa.
14.3 Tann sjálvlesandi skrivar 9 frágreiðingar.
15.1 í lívfrøði sum vallæmgrein er tað ein fortreyt at luttaka í starvsstovuskeiðinum, at tann sjálvlesandi hevur
staðið lívfrøði sum felagslæmgrein ella hevur eitt samsvarandi fakligt støði.
15.2 Tá ið starvsstovuskeiðið í lívfrøði verður lagt til rættis, verður miðað ímóti, at tey sjálvlesandi fáa eitt bre-
itt innlit í arbeiðshættir í læmgreinini.
15.3 Hesi evnisøki em partar av skeiðinum:
a) vistfrøði,
b) arvalæra og menningarlæra,
c) lívvirkisfrøði og nøring, og
d) lívevnisfrøði.