Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 129
277
in eina skrivliga ávaring. Ávaringin verður latin
næminginum í innskrivaðum brævi ella móti kvittan.
Um næmingurin er undir 18 ár, verður ávaringin sam-
stundis latin foreldramyndugleikanum í innskrivað-
um brævi ella móti kvittan.
Stk. 6. Fer fráveran ella vantandi innlating av skriv-
ligum avrikum í einari lærugrein upp um 15%, er
meginreglan, at næmingurin fer til próvtøku sum
sjálvlesandi í øllum lærugreinum. Frávera næming-
anna verður gjørd upp hvørt undirvísingarár sær, og
tilvísingin at fara til próvtøku sum sjálvlesandi orsak-
að av ov nógvari fráveru er galdandi hvørt skeiðsár
sær.
Stk. 7. Stakgreinalesandi skulu fyri at fáa rætt at fara
til próvtøku í minkaðum pensum (eftir treytum sum
skeiðsnæmingur) í minsta lagi hava fylgt undirvís-
ingini, herundir latið inn skrivligt avrik, í einstøku
lærugreinini í minsta lagi 85% av tímunum (tímum,
sum eiga at vera lisnir), umframt at hava latið í minsta
lagi 85% av øllum teimum kravdu skrivligu avriku-
num inn.
Stk. 8. Um skeiðið hevur stakgreinaundirvísing, skal
skeiðið í seinasta lagi 2 vikur fyri undirvísingarlok
boða einstaka stakgreinalesandi frá, um hann/hon í
teimum lærugreinum, sum hann/hon hevur innskriv-
að seg til próvtøku í, fer til próvtøku eftir vanligum
treytum ella sum sjálvlesandi, t.e. í fullum pensum.
Stk. 9. Um næmingurin framhaldandi av vansketni
ikki lýkur ásetingamar um møtiskyldu, kann rektar-
in/skeiðleiðarin gera av, at næmingurin, umframt at
hann verður vístur til at fara til próvtøku sum sjálvles-
andi, eisini verður burturvístur frá undirvísingini.
§ 18. Sum partur av einari samlaðari hægri fyrireik-
ingarpróvtøku verður skrivað ein høvuðsuppgáva,
smbr. fylgiskjal 32.
Serligar reglurfyri ávís lesandi, sumfara til
próvtøku sum sjálvlesandi
§ 19. Sjálvlesandi, sambært § 1, stk. 2, umframt næm-
ingum, ið sambært § 17, stk. 9, eru útihýstir frá und-
irvísingini, verður boðin útbúgvingar- og yrkisveg-
leiðing.
Stk. 2. Sjálvlesandi, sambært § 1, stk. 2, umframt
næmingum, sum sambært § 7 og § 17, stk. 9 skriva
seg inn til próvtøku sum sjálvlesandi, verður boðin
faklig vegleiðing. Vegleiðingin snýr seg um próv-
tøkuuppgevingar, og hon verður givin einstaklingum
ella bólkum. Vegleiðingin svarar í vavi til ein pults-
tíma í hvøijari lærugrein. Viðvíkjandi innskriving til
próvtøku verður víst til próvtøkukunngerðina.
Stk. 3.1 minsta lagi eina ferð um árið verður hildið
starvsstovuskeið fyri sjálvlesandi í felagslærugreinu-
num alisfrøði-evnafrøði og lívfrøði, í vallærugreinini
ítrótti umframt í vællærugreinunum og hástigslæru-
greinum: alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði. Starvs-
stovuskeiðini fevna um tær kravdu, verkligu royndir-
nar í teimum nevndu lærugreinunum. Ein fortreyt
fyri, at ein sjálvlesandi kann skriva seg inn til próv-
tøku, er, at hann/hon hevur lokið eitt starvsstovuskeið
í avvarðandi lærugrein ella á annan hátt, t.d. við at
hava luttikið í vanligari undirvísing, hevur framt tær
kravdu, verkligu royndir og kann skjalprógva hetta.
Undantiknir frá hesum eru tó næmingar, sum sam-
bært § 17 eru vístir til at fara til próvtøku sum sjálv-
lesandi, eftir at innskrivingarfreistin til starvsstovu-
skeiðið er úti, og lesandi, sum sambært § 17, stk. 7
ikki hava fingið rætt at fara til próvtøku eftir vanlig-
um treytum. Smbr. annars fylgiskjal 33.
Kapittul 3
Stovnan av undirvísing
§ 20. Landsstýrið tryggjar skeiðsrúmd til 2-ára HF-
undirvísing, soleiðis at allir umsøkjarar, sum lúka
upptøkutreytimar, kunnu takast inn.
Stk. 2. Fyri 2-ára HF-skeiðini tekur Skúlafyrisitingin
avgerð um samlaða pultstímatalið til undirvísing
sambært §§ 4 og 6. Pultstímatalið um vikuna er tó í
minsta lagi 52 + 1,10 x talið á fulltíðamæmingum á
2-ára skeiðnum.
Stk. 3. Skyldan at halda starvsstovuskeið fyri sjálv-
lesandi, sambært § 19, stk. 3, verður framd í sam-
starvi millum HF-skeiðini.
Stk. 4. Rektarin/skeiðleiðarin ásetur lærugreinatil-
boðið á HF-skeiðunum eftir tilmæli frá lærararáðn-
um.
Stk. 5. HF-skeiðini kunnu bjóða út stakgreinaundir-
vísing í læmgreinum, sambært § 2, um Skúlafyrisit-
ingin frammanundan hevur góðtikið ætlanina.
§ 21. Rektarin/skeiðleiðarin tekur avgerð um stovnan
av valbólkum við atliti at skeiðsrúmd og lærugrein-
atilboðum á skeiðinum, soleiðis at ynskini hjá um-
søkjarunum verða gingin á møti sum frægast.
Kapitul 4
Aðrar ásetingar
§ 22. Skúlafyrisitingin góðkennir árligu ætlanimar
fyri tíma- og læmgreinabýtið fyri undirvísingina á 2-
ára HF-skeiðunum.
§ 23. Næmingur kann kæra avgerð rektarans sambært
hesi kunngerð, hemndir avgerð um burturvísing ella
onnur agatiltøk til Skúlafyrisitingina innan 5 dagar
aftaná, at næmingurin er kunnaður um avgerðina.
Stk. 2. Um næmingurin ikki er myndigur, kann kær-
an sendast av tí, sum hevur foreldramyndugleikan.
Stk. 3. Kæran verður send skrivliga til rektaran, sum
sendir hana víðari til Skúlafyrisitingina saman við
egnum ummæli í málinum. Áðrenn málið verður sent
Skúlafyrisitingini, skal rektarin geva tí, ið kærir,
møguleika fyri innan eina viku at gera viðmerkingar
til ummælið. Møguligar viðmerkingar skulu eisini
sendast Skúlafyrisitingini.
Stk. 4. Skúlafyrisitingin ger av, um avgerð rektarans
skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til
frama fyri tann, ið kært hevur.
Stk. 5. Avgerðin hjá Skúlafyrisitingini kann ikki
kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.