Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 83
231
- europeiskir og altjóða menningar- og býtistrupulleikar,
- vald og trygd í europeiskum og altjóða høpi.
5 )Verkætlan
Evnið og arbeiðshátturin verða avrádd av næmingum og lærara í felag. Arbeitt verður við einum felags evni.
Økið kann veljast bæði innanfyri og uttanfyri tey kravdu fakøkini (sí nr. 1, 2, 3 og 4). Urslitið av arbeiðinum
skal vera ein uppgáva, sum í vavi skal vera avmarkað til arbeiðsbyrðuna av einari próvtøkuuppgávu.
8.2 Samfelagsvísindaligir teknikkir, háttaløg og ástøði skulu vera partur av undirvísingini og skulu fevna um:
a) Greining av teksti og taltilfari v.m.
b) Kunnleika til innsavnan og viðgerð av kvalitativum og kvantitativum upplýsingum.
c) Ástøði
d) Munnliga framløgu
e) Skrivliga framløgu. Til samans skulu í 2.s latast uppgávur inn, sum í vavi svara til 6 studentspróvtøkuupp-
gávur, og í 3.s til 8 studentspróvtøkuuppgávur. Harumframt skal hvør næmingur í 3.s lata inn eina næmingaupp-
gávu, sum í vavi svarar til eina studentspróvtøkuuppgávu. Umleið helmingurin av skrivliga arbeiðinum kann
verða nýtt til minni uppgávur enn heilar studentspróvtøkuuppgávur og til uppgávur, sum næmingamir sjálvir
hava gjørt.
Próvtøkan
9. Hildin verður ein munnlig og skrivlig próvtøka.
10.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan
íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
10.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið 500 síður lisið tilfar til próvtøk-
una. í minsta lagi 100 síður skulu vera annað tilfar enn úr lærubókunum, og skulu øll 5 kravdu økini vera um-
boðað. í minsta lagi ein næmingauppgáva skal vera millum tilfarið, sum verður givið upp í sambandi við verk-
ætlanina.
10.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp 800 síður lisið tilfar til
próvtøkuna.
10.4 Hesir hjálparmiðlar eru loyvdir próvtakaranum at nýta:
1) í fyrireikingartíðini: Tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspumingin, og tilfar, sum er nýtt í undirvísingini, um-
framt læmbøkur og egnar uppskriftir.
2) Til próvhoyringina: Uppskriftir, sum próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini, og tilfar, sum hoyrir til
próvtøkuspumingin.
10.5 Próvtøkuspumingamir verða settir við støði í tilfarinum, sum fylgir við spuminginum. Tilfarið má ikki
hava verið nýtt í undirvísingini. Tilfarið skal vera átøkt tí tilfari, sum er nýtt í undirvísingini. Hvør próvtakari
fær ein spuming, sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspumingar.
11. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
12.1 Til skrivligu próvtøkuna, ið er 5 tímar, fær próvtakarin eitt uppgávurað. Uppgávumar em soleiðis orðaðar,
at próvtakarin við støði í tilfarinum kann svara uppgávunum. Nakrar av uppgávunum kunnu vera valuppgávur.
12.2 Kunnleiki til kravdu økini er ein fortreyt fyri, at próvtakarin kann svara uppgávunum.
12.3 Hesir hjálparmiðlar em loyvdir próvtakaranum at nýta: góðkendur lummaroknari, millimeturpappír,
einkultlogaritmiskt pappír. Árbók fyri Føroyar, Føroysk-donsk og Donsk-føroysk orðabók.
13. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.