Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 42
190
4.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum
umframt møguligar starvsstovufrágreiðingar, sum hoyra til. Uppgivna tilfarið verður skipað eftir økjum, soleið-
is at nomið verður við øll økini. Av hesum skulu 4 viðgerast nágreiniliga. Um verkætlan er gjørd, er hon partur
av próvtøkupensum.
4J Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum umframt kravt royndararbeiði og starvsstovufrágreiðingar. Um verkætlan er gjørd, er hon partur av
próvtøkupensum.
4.4 Próvtakarin fær ein próvtøkuspuming, sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspumingar. Við próv-
tøkuspuminginum skulu fylgja kend ella ókend fylgiskjøl (t.d. talvur, myndir ella tól). Møguliga ókend fylgi-
skjøl skulu líkjast tilfarinum, sum er brúkt í undirvísingini.
4.5 Til próvtøkuna em hesir hjálparmiðlar loyvdir:
1) í fyrireikingartíðini: tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspumingin, bøkur og annað tilfar, sum stendur á skjalinum
fyri lesipensum. Hammframt egnar uppskriftir, møguligar royndarfrágreiðingar og lummaroknari.
2) undir próvhoyringini er tað loyvt próvtakaranum at styðja seg til próvtøkuspumingin og tilfar, sum hoyrir
til próvtøkuspumingin, umframt til uppskriftir gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til
upplestur telur ikki positivt f dømingini.
5. Givið verður 1 próvtal fyri munnliga avrikið við støði í einari heildarmeting.
Studentaskúlakunngerðin
Fomaldarfrøði
Endamálið
Fylgiskjal 10
Juli 1996
1. Endamálið er,
a) at næmingamir ogna sær førleika í at greina og tulka grikskar tekstir í umseting og grikskar leivdir,
b) at næmingamir ogna sær íjøltáttaðan kunnleika til mentanina í tí foma Grikkalandi við serligum denti á
arkaiska og klassiska tíðarskeiðið,
c) at næmingamir gjøgnum henda kunnleika til griksku mentanina ogna sær felags evropeiska hugtaksfatan og
formmál og á tann hátt fáa møguleika fyri at skilja og taka støðu til sína samtíð.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin fer fram á keldugrundarlagi: týddir tekstir og endurgevingar av listarverkum frá griksku fom-
øldini. í undirvísingini skulu næmingamir partvís læra at greina og tulka tekstimar og listarverkini í søguligum
høpi, og partvís hava møguleika fyri sjálvir at meta um teir lívshættir og tær hugsanir, sum tilfarið ber fram.
Høvuðsdentur verður lagdur á tekstalesturin.
2.2 Tekstimir og listarverkini verða fyri tað mesta frá tíðarskeiðinum umleið 700-300 f.kr., tó soleiðis, at mino-
isk-mykensk, geometrisk, hellenistisk og rómversk tíð verður tikið við, í tann mun tað fremur endamálið.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Lisnar verða tilsamans umleið 400 normalsíður av skaldskapi, leiklist og prosa. Homer, tann attiski sorgar-
leikurin og Platon skulu vera umboðað í pensum.
3.2 Eitt hóskandi úrval av listarverkum verður gjøgnumgingið: byggilist, standmyndir, keramikkur og onnur
dømi um evnismentan.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna
- annaðh vørt 50 síður av skaldskapi, herundir Homer, 1 attiskan sorgarleik og 140 normalsíður av prosa, her-
undir Platon,