Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 11
159
7.2 Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at næmingamir støðugt
a) fáa skil fyri, at fyribrigdi í umheiminum kunnu skiljast á alisfrøðiligum grundarlagi,
b) fáa varhuga av alisfføðini sum heildarlýsing av náttúruni,
c) fáa kunnleika til partar av alisfrøðisøguni og fáa varhuga av alisfrøðini sum sannkenningarhátti,
d) fáa kunnleika til ítøkilig dømi um, hvussu alisfrøðilig úrslit og arbeiðslag verða nýtt í tøknifrøði,
e) fáa innlit í, at neyvt samband er millum alisfrøðilig úrslit og tøkniliga støðið í samfelagnum og lívskor hins
einstaka.
Partar av undirvísingini kunnu leggjast soleiðis til rættis, at ávíst evni (tema) verður lýst í síni heild.
7.3 Stórur dentur skal leggjast á alisfrøðiligar royndir og tað at máta. Royndir, sum næmingamir sjálvir gera og
skriva royndarfrágreiðing um, skulu fevna um einar 30 pultstímar. Næmingamir skriva 10 royndarfrágreiðingar
hvør á 3-8 síður (fylgiskjøl ikki íroknað). Hemmframt verður mælt til at gera eina størri roynd (6-8 tímar), har
næmingamir í felag skriva royndarfrágreiðing, sum í arbeiðsbyrði íalt svarar til eina frágreiðing fyri hvønn
næming. Verður eingin størri roynd gjørd, skriva næmingamir ístaðin íalt 10 + 2 = 12 vanligar royndarfrágreið-
ingar hvør.
7.4 Arbeiðið við alisfrøðini fevnir eisini um uppgávurokning, bæði í tímunum og sum sjálvstøðugt næminga-
avrik. Næmingamir lata inn 14 uppgávurøð. Hvørt rað er í arbeiðsbyrði 75-100% av einum próvtøkuraði í alis-
frøði á hástigi. Uppgávumar skulu eisini fevna um høvuðsevnini á felagsstigi.
7.5 EDV skal vera partur av undirvísingini. I sambandi við arbeiðið við royndum kann EDV verða nýtt sum
amboð, tá ið tað snýr seg um at fáa til vegar mátingar, viðgera mátingar og samlát, eins og til stýring og eftirlit.
Innihaldið í undirvísingini
8.1 Høvuðsevnini eru:
1) Mekanikkur
Harmonisk rørsla. Rørsla í samvorðnum kraftfelti. Jøvn sirkulrørsla. Tyngdarfelt og rørsla í miðsóknum
tyngdarfelti. Orka í miðsóknum tyngdarfelti. Lógir Keplers. Lógir Newtons. Fylgisveinarørslur. Arbeiði og
orka. Gnígging. Mekaniski orkusetningurin. Impulsur og impulsvarðveitsla í einari og tveimum dimen-
siónum. Stoytir.
2) Ellcera og magnetisma
Statisk elektrisk og magnetisk felt. Kapasitansur. Elektriskt felt um punktløðing og í plátukapasitori.
Magnetiskur fluxtættleiki um ein langan linjurættan leiðara og í flatum og longum spolum. Rørsla hjá lødd-
um bitlum í samvorðnum elektriskum og magnetiskum feltum. Induktión og vendistreymur.
3) Atomlæra og kjarnalcera
Nøgd og orka. Q-virði, bindingsorka og kjamabygnaður. Kjamaandgerðir og varðveitslusetningar fyri
kjamaandgerðir. Fissión, fusión og kjamatilgongdir í stjømunum.
4) Serevni
Seinna árið verða einir 20 tímar nýttir at lesa eitthvørt serevni, sum næmingar og lærari velja í felag.
Stundir skulu vera at taka samanum viðgjørdu evnini til at vísa á samanhang og heildarfatan.
8.2 Heiti, tekn og eindir verða sum heild at nýta sum fyriskrivað í alisfrøðiligum formlasavni, sum Landsskúla-
fyrisitingin hevur góðkent.
Próvtøkan
9. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
10.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá em vegleiðing og til-
farsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
10.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp tilfar bæði frá felagsstigi og hástigi við
høvuðsdenti løgdum á hástigi. Uppgivnar verða 160-200 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum. Uppgivnar
verða harumframt 12 royndarfrágreiðingar, sum bæði fevna um felagsstig og hástig.
10.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp alt lisna tilfarið á hástigi
og allar royndarfrágreiðingar á hástigi.
Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva hemmframt upp alt uppgivna tilfar-
ið á felagsstigi umframt allar royndarfrágreiðingamar, møguliga frá starvsstovuskeiði, sí fylgiskjal 35.