Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 138
286
3.6 Undirvísingin í mállæru og málnýtslureglum fer lutvíst fram gjøgnum málsligar venjingar og uppgávur, lut-
víst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.
Høvuðsuppgávan
4.1 í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sýna evni til sjálvstøðugt at taka
saman um og bera øðrum tað innlit, ið hann hevur ognað sær.
4.2 Grundbókmentimar og meginparturin av stuðulsbókmentunum skulu verða lisin á enskum, so at nærum øll
sitat í svarinum em á enskum.
4.3 Dømingin byggir á eina heildarmeting, har hesir spumingar hava serligan týdning: verður nóg neyvt og fjøl-
táttað greitt frá teimum týdningarmestu táttunum í evninum? verða teir nágreiniliga viðgjørdir? er framløgan
greidliga skipað? er málburðurin greiður og klámr? em stuðulsbókmentimar í rímiligan mun tiknar við? og em
kelduávísingamar neyvar og viðkomandi? At skrivað verður á enskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum
ein fyrimunur í dømingini.
Próvtøkan
5. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.
6.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna tekstin
er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða
próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
6.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval av lesipensum
á 125 normalsíður, sum umboðar lutvíst tey 4 fagurbókmentasløgini og yrkisbókmentir, lutvíst tey serliga lisnu
evnini og tekstimar frá fyri 1900 og tey heilu verkini. Eingin einstakur tekstur má telja meira enn 20 normal-
síður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.
6.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp eitt próvtøkupensum, sum
svarar til lesipensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum.
6.4 Undir fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum tekstútgávum, sum em givnar
upp í lesipensum. f fyrireikingarrúminum kunnu brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum
em útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum em tilskilaðir í lesipensum. Aðrir
hjálparmiðlar em ikki loyvdir. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær
uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í
dømingini.
6.5 Próvhoyringin í lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 0,5 normalsíðu. Brotið verður lisið upp
og undir samtalu á enskum verður próvtakarin royndur í sínum evnum at málbera seg og í síni fatan av
a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og
b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í.
Próvtakarin byijar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av tekstinum.
6.6 Tá uml. 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt,
til støddar umleið 0,5 normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi
gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin umseta hann til føroyskt.
7. Givið verður 1 próvtal fyri alt tað munnliga avrikið.
8.1 Til skrivligu próvtøkuna, sum er 4 tímar, verður givið eitt teksttilfar á enskum, og settar verða nakrar upp-
gávur, sum sýna í hvønn mun, próvtakarin megnar at brúka enska málið, skilur givna tekstin og megnar at
málbera seg flótandi á skrivligum enskum. Umframt hetta verður ein tekstur týddur til enskt.
8.2 Til próvtøkuna kunnu brúkast tvímálsligar orðabøkur sum í vavi svara til tær reyðu orðabøkumar hjá dansk
Gyldendal (ensk-føroysk, donsk-ensk, ensk-donsk), føroysk-donsk og donsk-føroysk umframt ensk-ensk orða-
bók í vavi sum Advanced Leamer’s Dictionary (OUP) ella Longman’s Dictionary of Contemporary English.
Aðrir hjálparmiðlar em ikki loyvdir.