Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 77
225
4.4 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp uml. 65 normalsíður, sum
skulu umboða í minsta lagi 3 tekstir og evni. 011 tekstasløg, tað veri seg tillagaði og ótillagaði, kunnu vera part-
ur av próvtøkupensum.
4.5 í fyrireikingartíðini skulu nýtast rein eintøk av uppgivnu tekstunum. Harumframt er próvtakarunum loyvt at
nýta teir hjálparmiðlar, sum teir eru vanir at nýta í dagliga arbeiðinum: orðabøkur, mállærur, málslig yvirlit,
orðalistar o.t., umframt egnar uppskriftir.
4.6 Uppskriftir til ekstemporaltekstin kunnu skrivast á breddanum, men mugu ikki bera brá av eini samanskriv-
aðari umseting.Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann
gevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í próvdømingini.
5.1 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður ásett við støði í einari heildarmeting av fatan próvtakarans av ólisna
tekstinum, úttalu og tónalagi (intonatión), taluførleika, kunnleika til lisna tekstin, og fatan av spumingum próv-
hoyrarans.
5.2 í dømingini av taluførleikanum verður høvuðsdenturin lagdur á, hvat próvtakarin vemliga er førur fyri at
greiða frá. Ein innihaldsliga góð samtala við nøkrum málsligum villum verður hægri mett enn ein samtala, har
próvtakarin ikki torir út um tær vanligu málsligu gyrðingamar og tí heldur ikki ger so nógvar feilir.
Hástig
Endamálið
6. Endamálið er,
a) at næmingamir framhaldandi menna sítt hegni at lesa, tosa og skilja mssiska málið,
b) at næmingamir økja um kunnleika sín til mssiska mentan og mssisk samfelagsviðurskifti, og
c) at næmingamir læra at málbera seg skrivliga á einum einføldum máli.
Undirvísingin
7.1 Munnligi málførleikin er høvuðstátturin í dagligu undirvísingini.
7.2 Skrivligi málførleikin verður vandur lutvíst við heimauppgávum og lutvíst við arbeiði í valbólkinum undir
vegleiðing lærarans.
7.3 Arbeitt verður miðvíst við orðatilfari, mállæm og munnligu framsagnarevnunum. Skrivligt og munnligt
framsagnarevni verður vant soleiðis, at tað stuðlar upp undir hvørt annað.
7.4 Teld er partur av undirvísingini.
7.5 Undirvíst verður í hóskandi nýtslu av orðabók.
Innihaldið í undirvísingini
8.1 Lisnar verða umleið 80 normalsíður.
8.2 011 tekstasløg, hemndir fdmar og annað av-tilfar, kunnu verða partur av lesipensum. Fagurbókmentaligir
tekstir úr 19. og 20. øld umframt yrkisprosa skulu verða umboðað. I minsta lagi 1/3 av lesipensum skal vera ótil-
lagaðir tekstir.
8.3 Lesipensum verður sett saman soleiðis, at næmingamir fáa møguleika fyri at arbeiða við týdningarmiklum
pørtum av mssiskari mentan úr søguligum og nútíðarligum sjónarhomi.
8.4 Fyri hvønn pultstíma, sum er brúktur til audio-visuella undirvísing ella undirvísing við edv, kann lesipens-
um verða minkað við 1 normalsíðu, tó í mesta lagi við 10 normalsíðum.
8.5 Næmingamir lata inn skrivligar uppgávur í vavi svarandi til 8 uppgávur á umleið 2 síður og 15 uppgávur á
umleið 1 síðu.
Høvuðsuppgávan
9.1 Arbeiðið við høvuðsuppgávunum skal liggja innan endamálsorðingamar í læmgreinini.
9.2 Høvuðsbókmentimar skulu heilt ella lutvíst vera á russiskum. Hesar skal næmingurin sjálvstøðugt greina,
samanbera og/ella meta um o.s.fr.. Sitat úr høvuðsbókmentunum verða endurgivin á mssiskum.