Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 28
176
2.4 Næmingamir skulu venjast í góðum royndarstovusiði og royndarstovutrygd. Næmingamir skulu hava kunn-
leika um vanda- og trygdarviðurskifti í sambandi við royndarvirksemi.
2.5 Næmingamir skriva royndardagbøkur um royndararbeiðið. Meginparturin av eftirviðgerðini skal gerast í
undirvísingartíðini. 4 av royndardagbøkumar verða latnar inn sum einstaklingafrágreiðingar, sum lærarin rætt-
ar og ger viðmerkingar til. Næmingaroyndimar fevna um 20 pultstímar.
2.6 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit ella datagmnnar verða nýtt.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Undirvísingin fevnir um:
1) Bygnað hjá evnunum
Við støði í kunnleika næminganna um evnafrøðiliga teknmálið verður skeiðbundna skipanin av gmndevn-
unum lýst við høvuðsdenti á tey fyrstu skeiðini. Bygnaðurin í atomum, molekylum og jonum verður um-
røddur. Standimir og hugmyndir um føst evni verða viðgjørd. Homogenar og heterogenar blandingar verða
lýstar við dømum úr dagliga lívinum. Skipað navnagáva eftir IUPAC verður nýtt í mest møguligan mun.
2) Evnafrøðilig mongdarrokning
Hugtøkini evnismongd, molamr massi, konsentratión (við eindini mol/L) og massaprosent verða tikin upp.
Dømi um rúmdarprosent og ppm verða víst. Mongdarokning eftir reaktiónsskema verður viðgjørd; eisini
fyri reaktiónir, sum loftsløg em uppií. Utrokningar verða serliga gjørdar við atliti til royndararbeiðið.
3) Evnafrøðilig reaktiónssløg
Hesi gmndleggjandi reaktiónssløg verða viðgjørd: Fellingar, sým-basureaktiónir og redoxreaktiónir, teirra
millum brenningar. Brønstedsým-basuhugtakið og pH-allýsingin verða tiknar upp. pH útrokningar fyri
loysingar av sterkari sým í vatni og av sterkari basu í vatni em uppi í viðgerðini. Hugtøkini oxidatión, reduk-
tión og oxidatiónstal umframt uppgerð av reaktiónsskema verða tikin upp við atliti at verkligari nýtslu av
redoxreaktiónum. í sambandi við gjøgnumgongdina av reaktiónssløgum verða exotermar og endotermar
reaktiónir umrøddar.
4) Lívrunna evnafrøði
Innan lívmnnu evnafrøðina verða vald eitt ella fleiri øki, sum lýsa, hvussu fjølbroytt carbonsambond em,
isomeriviðurskifti, stóm nýtsluna av carbonsambondum í dagligum yrki v.m. Við í viðgerðini em dømi um
skipaða navnagávu eftir IUPAC.
5) Royndarstovutøkni og trygd
Royndararbeiði næminganna skal geva teimum kunnleika um vanligt royndarstovuarbeiði og góðan roynd-
arstovusið. I hesum sambandi verða vanda- og trygdarviðurskifti viðvíkjandi at fáast við kemikaliir gjøgn-
umgingin, m.a. vanda- og trygdarsetningar (V- og T-setningar).
6) Valfrítt tilfar
Valfría tilfarið fevnir um í minsta lagi 10 prosent av undirvísingartíðini og skal vera ein samanhangandi
undirvísingargongd. Vanliga skal valfría tilfarið veljast soleiðis, at møguleiki verður fyri royndararbeiði.
3.2 Lisnar verða 140-170 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 80-120 síður, alt eftir undir-
vísingartilfarinum, ið nýtt er. Harumframt verða nakrar royndardagbøkur frá royndum, sum hava samband við
próvtøkupensum, givnar upp. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað verður ein fjølbroytt lýsing av undir-
vísingini, og soleiðis at tað vanliga fevnir um bæði høvuðsøki og valfrítt tilfar.
4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er alt tað lisna
tilfarið, í vavi 140-170 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er. Hammframt verða allar royndarroynd-
ardagbøkumar uppgivnar.
4.4 f fyrireikingartíðini em hesir hjálparmiðlar loyvdir: bøkur, samandráttir, formlasavn, talvur, handbøkur,
royndardagbøkur og annað skrivligt tilfar, sum er nýtt í undirvísingini ella sum er evnað til í sambandi við undir-
vísingina. Hammframt tól, ið koma uppgivna royndararbeiðinum við, og lummaroknari.
4.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin, um til ber, sleppur fram at týðandi tólum í fyrireikingartíð-
ini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur og hefti viðvíkjandi tí uppgivna tilfarinum em til taks í fyri-
reikingarhølinum. Próvtakarin hevur sjálvur ábyrgd av at hava aðrar hjálparmiðlar við sær.