Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 139
287
9.1 í próvdømingini verður dentur fyrst og fremst lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at brúka enska málið.
Væntað verður, at hann er nøkulunda stinnur í idiomatikki, semantikki, syntaksi, morfologi og ortografi. Tað,
sum mett verður um, er, í hvønn mun próvtakarin megnar enska málbygnaðin.
Tá ið talan er um samandráttaruppgávur, verður harumframt dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakar-
in við egnum orðum og trúgvur móti tekstinum megnar at endurgeva høvuðstættimar í tekstinum í stuttari,
samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um ritroyndamppgávur, verður harumframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakar-
in í longri, væluppbygdari framløgu megnar at lýsa og meta tekstin: gongd, persónslýsing, próvførslu, rithøv-
undahugburð og boðskap.
Tá ið talan er um onnur fríari uppgávusløg, verður harumframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próv-
takarin megnar at greiða og meta um - ella í fiktiónslíki lýsa - eitt greiðsluevni í tekstinum í styttri, saman-
hangandi framløgu.
Tá ið talan er um umsetingaruppgávur, verður harumframt dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin
megnar at endurgeva upprunatekstin á enskum. Metingin av svarinum upp á hesa uppgávu verður tikin við sum
ískoyti í samlaðu metingini av málførleika próvtakarans.
At enda verður eisini tikið við í dømingina ein meting av, hvussu væl og fjølboytt í vavi samlaða avrikið er skip-
að.
9.2 Givið verður 1 próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
HF-kunngerðin
Fylgiskjal 5
Juli 1996
Evnafrøði
Vallærugrein
Endamálið
l. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa fatan av grundhugtøkunum í evnafrøðini, hvussu tey verða nýtt og av háttalagnum í
lærugreinini í sambandi við royndir/venjingar,
b) at næmingamir fáa kunnleika til týðandi bólkar av evnum, teirra eginleikar og teirra verkligu nýtslu,
c) at næmingamir fáa eina ávísa venjing í at nýta starvstovuútgerð og fáa kunnleika um, hvussu henda skal
handfarast,
d) at næmingamir menna evnini at greiða frá evnafrøðiligum spumingum og greiðsluevnismálum munnliga og
skrivliga,
e) at næmingamir fáa eitt fakligt gmndarlag fyri at kunna fata og meta týdningin av evnafrøðini fyri einstaka
menniskjað, tøkniligu menningina og samfelagið, og
f) at næmingamir fáa innlit í viðurskifti viðvíkjandi ytri umhvørvi við at arbeiða við evnafrøðiligum greiðslu-
evnismálum.
Evnafrøði sum vallærugrein miðar ímóti, at næmingamir kunna nýta teirra vitan í evnafrøði í nýggjum høpi, at
næmingamir skulu kunna leita eftir náttumvísindaligari upplýsing og duga at leggja fram evnafrøðina sum eina
lærugrein, ið á royndarligum gmndarlagi leitar eftir og gevur nýggja vitan um bygnað og eginleikamar hjá
evnum.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin fevnir um 7 høvuðsevnisøki og valfrítt evni. Undirvísingin skal fevna um starvstovuroyndir,
sum næmingamir gera, sýnisroyndir og skrivligar uppgávur.
2.2 í høvuðsevnisøkjunum skal undirvísingin lutvíst leggjast tematiskt til rættis, lutvíst fakliga systematisk og
í mest møguligan mun á royndarligum grandarlagi. Valfría evnið skal innihalda í minsta lagi eina sjálvstøðuga
undirvísingargongd, sum vanliga byggir á royndir. Fakbókmentir, talvuverk og tíðarrit skulu nýtast í undir-
vísingini.
2.3 Royndarvirksemi skal vera ein týðandi táttur í undirvísingini. Hetta arbeiði fevnir um starvstovuroyndir,
gjørdar av næmingunum, sýnisroyndir og royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Arbeiðið við roynd-
um skal menna eygleiðingarevni næminganna og evni teirra at gera ítøkiligar eygleiðingar um til evnafrøðilig