Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 199
HF-kunngerðin
347
Fylgiskjal 29
Juli 1996
Vinnulívsbúskapur
Vallærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa fatan av viðurskiftum, sum ávirka tær avgerðir, sum virkini taka,
b) at næmingamir fáa vitan um, hvussu vinnubúskaparliga gmndarlagið hongur saman. Hetta fevnir um
stevnumið, starvshátt og arbeiðsuppgávur hjá virkjunum, eins og samskifti millum virkið og umhvørvi tess,
c) at næmingamir venja evni síni at greina, undirbyggja og meta um avgerðir í virkinum
d) at næmingamir fáa innlit í tær avbjóðingar, sum hvør tann fær, sum tekur lut í vinnulívinum, og
e) at næmingamir menna síni munnligu og skrivligu framsagnarevni.
Undirvísingin
2.1 Lítast skal at virkinum sum at eini heild, so at tey valdu evnini og dømini tryggja, at næmingar kunnu greina
gmndarlagið fyri avgerðum og strategi hjá virkjunum. Viðurskifti millum modellfyrimyndir og vemleikan
verða tikin upp til viðgerðar.
2.2 í undirvísingini verður arbeitt við spumingum, sum kunnu vera grundaðir á ítøkilig dømi, dømi sum em sett
saman, ella virkisspøl, hemndir teldusamlát.
2.3 f undirvísingini skal samvinna vera við virki og vinnulív. Vitjað verður á virkjum, og umboð fyri virki koma
á skúlamar, eins og næmingar kunnu koma í starvsvenjing, ella gestalærarar kunnu koma á skúlamar. A henda
hátt verður tryggjað, at samanhangur er millum ástøðiligu undirvísingina og vemleikan.
2.4 í sambandi við undirvísingina gera næmingamir 10 smáar skrivligar uppgávur. í sambandi við arbeiðið við
dømum og tað virksemið, sum fer fram uttanfyri skúlan,verða 4 skrivligar frágreiðingar gjørdar. 2 av hesum
kunnu sleppast undan við at skriva eina projektuppgávu. í sambandi við at arbeitt verður við eitt ella fleiri ávís
virki, gera næmingamir eina lítla projektfrágreiðing.
Innihaldið í undirvísingini
3. Lesipensum er umleið 250 síður. Evnini em hesi:
1) Bygnaður virkisins (umleið 25%). Litið verður at virkinum sum at eini opnari skipan, og her verður tikið
við:
a) hugsjónargrandarlag virkisins, endamál og høvuðsstarvshættir tess,
b) skipan virkisins, hemndir leiðsla, bygnaður og virkismentan,
c) avgerðargongdin í virkinum, hemndir samskifti, strategi og leiðsla/stýring.
2) Búskapurin í virkinum (umleið 50%). Av tí at dentur verður lagdur á at greina avgerðargongdina í virkin-
um, verður hetta tikið uppí,
a) fíggjarætlan, roknskapur og roknskapargreining, hemndir búskaparstýring,
b) kostnaður og sløg av kostnaði, hemndir avskrivingar,
c) fígging og fløgur og
d) sølubúskapur, hemndir marknaðarførsla.
3) Virkisins umhvørvi (umleið 25%). Av tí at dentur verður lagdur á at greina møguleikamar hjá virkinum at
standa seg í kappingini, verður hetta tikið uppí,
a) vinnulívsbygnaður og kanning av vinnugreinum,
b) virkið, feløgini og tað almenna,
c) virkið í altjóða høpi.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá er vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Til próvtøkuna geva næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, upp umleið 200 síður av lisnum
tilfari, herav umleið 60 síður av dømum, so at øll tey trý kravdu økini em umboðað. Projektfrágreiðingin og
annað næmingaframleitt tilfar skal í minsta lagi fevna um 10 sfður.