Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 69
Studentaskúlakunngerðin
217
Fylgiskjal 19
Juli 1996
Lívfrøði
Kravt Stig
Endamálið
l. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa innlit í lívfrøðiligan hugsanarhátt og háttalag, eins og teir ogna sær kunnleika um úrvald
lívfrøðilig øki,
b) at næmingamir venja eitt ávíst hegni at lýsa og greina lívfrøðiligar skipanir við støði í royndum,
c) at næmingamir fáa eina ávísa venjing í at orða og loysa lívfrøðiligar trapulleikar við náttúruvísindaligum
háttaløgum til hjálpar,
d) at næmingamir fáa gmndleggjandi lívfrøðiligar fortreytir fyri at kunna greina og meta um møguleikamar
og avleiðingamar av tøknifrøðiligu menningini fyri náttúmna, samfelagið og einstaklingin, og
e) at næmingamir læra at nýta vitan sína og háttalagskunnleika sín til at taka støðu til egnar og samfelagslig-
ar tmpulleikar við lívfrøðiligum innihaldi við støði í heimligum umhvørvi.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin er evnishorvandi. Innan fyri niðanfyri nevndu øki ella tvørs av teimum verða vald 3-5 øki.
2.2 Virksemi uttan fyri skúlan er ein náttúrligur partur av undirvísingini.
2.3 Teld er partur av undirvísingini, t.d. í sambandi við kostgreining.
2.4 Læmgreinin verður skipað við støði í royndum. Kvalitativar og kvantitativar kanningar og royndir em part-
ar av undirvísingini. Við at gera royndir verða næmingamir settir inn í starvsstovuarbeiði og starvsstovutrygd,
og næmingamir læra at at føra dagbók um royndararbeiðið.
2.5 í sambandi við undirvísingina læra næmingamir at formiðla lívfrøðiliga vitan og kunnleika. Tað fer fram
m. a. við at skriva royndarstovudagbók, men kann eisini fevna um aðrar millumgonguhættir, eitt nú at skriva
frágreiðingar. Meginparturin av royndararbeiðinum fer fram í undirvísingartíðini. 3 av frágreiðingunum verða
latnar inn sum einstaklingafrágreiðingar, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til.
2.6 Næmingamir gera royndir í 15-20 pultstímar.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Sum bytjanamndirvísing og fyri seinni at geva útsýni verður lívfrøðin lýst við arbeiðshættum, læmgreina-
økjum, hvussu lívfrøðin kann nýtast, umframt lívfrøðiligu nútíðarheimsmyndina.
3.2 Undirvísingin fevnir um hesi evni:
1) Lívfrøði menniskjans
í undirvísingini verður samspælið millum einstaklingin og umhvørvið lýst, soleiðis at mannveran sæst í eini
heildarmeting.
a) Lívvirkisfrøði - Heilsa og sjúka
Undirvísingin tekur støði í heilsuligum og fyribyrgjandi spumingum. Undirvísingin fevnir um yrkisgøgn manna
og virkni teirra, umframt um eina nágreiniliga viðgerð av viðurskiftum viðvíkjandi evnaupptøku, evnaflutningi
og umskifti av evnum og orku í kroppinum. f hesum sambandi verða tikin við bygnaður og virkni hjá úrvaldum
gøgnum umframt eitt høvuðsyvirlit yvir bygnað og virkni kyknanna.
b) Sexologi - Nøring
Undirvísingin fevnir um sexualitetin og nøringslívvirkisfrøðina hjá menniskjanum, í sambandi við bygnað og
virkni hjá kynsgøgnunum, hormonsjálvjavning umframt bamsburð og føðing. Hammframt verða viðgjørd fyri-
byrgjandi háttaløg, sexuelt yvirførdar sjúkur, eisini AIDS, eins og dømi um viðurskifti innan arvagongd og
nýggja lívfrøðiliga tøkni. Kyknubýti og bygnaður og virkni hjá kromosomum er partur av undirvísingini.
2) Vistfrøði - Umhvørvislæra
Undirvísingin snýr seg um virkni hjá vistfrøðiligum skipanum, og hvussu menniskjan nýtur og ávirkar náttúr-
una, og í hesum sambandi hugtakið burðardygg nýtsla av náttúmni. Undirvísingin fevnir um verkligar kanning-
ar við tilknýti til eina ella fleiri vistskipanir. Við í undirvísingina verður tikið fmmframleiðsla (gróður), fram-
leiðsla á øðmm stigi, føðiketur og føðinet, hvussu vemr tilpassa seg umhvørvið, umframt gmndreglur fyri evna-
flutning og orkuumskifti í vistskipanini.