Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 119
267
3.1 Innskriving til starvsstovuskeiðini fer fram á tí skúla, har innskriving til lærugreinina er farin fram. Studenta-
skúlamir avtala síðani, hvar skeiðini verða hildin. Endaliga skráin skal vera liðug fyri 20. februar.
3.2 Skúlin, har skeiðið fer fram, sendir luttakarunum skeiðstilfar, áðrenn skeiðið byrjar.
4.1 Ein fyritreyt fyri at fylgja einum starvsstovuskeiði á einum ávísum stigi er, at undirvísingin í viðkomandi
lærugrein á lægri stigi er lokin, ella at tann sjálvlesandi hevur samsvarandi forkunnleikar.
4.2 Starvsstovuskeiðini í somu lærugrein á ymiskum stigum verða løgd soleiðis til rættis, at tey sjálvlesandi so
hvørt kunnu fylgja øllum stigunum innan sama tíðarskeið.
4.3 Starvsstovuskeiðini í lívføði á hástigi fevna um tey bæði skeiðini, ið eru nevnd í stk. 9 og 10. Starvsstovu-
skeiðið í evnafrøði á hástigi fevnir um tey bæði skeiðini, ið eru nevnd í stk. 16 og 17.
5.1 Tann lesandi skal fylgja skeiðinum fult út. Skipað verður fyri skeiðunum í teimum ávísu lærugreinunum á
teimum ávísu stigunum við tilsamans 20 tímum yvir í mesta lagi 5 dagar. Kravdar royndardagbøkur og frágreið-
ingar til hvørt stig skulu gerast.
5.2 Frágreiðingamar verða rættaðar, fáa viðmerkingar og verða góðkendar av lærara/um skúlans. í skeiðstíðini
verður tíð sett av til leiðbeining í at skriva frágreiðingar, og tær fyrstu frágreiðingar verða gjøgnumgingnar.
6.1 Tá ið skeiðið er lokið og allar frágreiðingamar em góðkendar, fær tann sjálvlesandi eitt skeiðsprógv, sum
skal latast skúlanum, tá ið tann sjálvlesandi innskrivar seg til próvtøku.
6.2 Oyðiblað til skeiðsprógv verður gjørt av Skúlafyrisitingini.
7. Pensum, sum er gjøgnumgingið á skeiðinum, verður givið upp til próvtøkuna, og tann sjálvlesandi skal hava
tær góðkendu frágreiðingamar við til próvtøkuna.
Asetingar í teim einstøku lcerugreinunum
Lívfrøði
8.1 í lívfrøði á kravdum stigi verður skeiðið lagt til rættis soleiðis, at royndararbeiði verður gjørt, sum kunna tey
sjálvlesandi um hesi øki:
a) almenn viðurskifti viðvíkjandi starvsstovuarbeiði
b) gmndleggjandi starvsstovuarbeiðsgongdir og starvsstovutrygd
c) lívsfrøðiligir kanningarhættir og teknikkur, hemndir mikroskopteknikkur
d) nýtsla av fyriskipaðum royndum
e) greining og meting av innsavnaðum lívfrøðiligum upplýsingum
f) framberan av royndararbeiði, hemndir gerð av frágreiðingum.
8.2 Hesi øki em við f skeiðinum:
a) Lívfrøði menniskjans, hemndir lívvirkisfrøði - heilsa og sjúka umframt sexologi - nøring
b) vistfrøði og umhvørvislæra
8.3 Tann sjálvlesandi skrivar 8-10 frágreiðingar
9.1 í starvsstovuskeiðinum í lívfrøði á miðstigi verður miðað ímóti, at tey sjálvlesandi fáa breitt innlit í arbeiðs-
hættimar í læmgreinini. Hemndir skulu tey sjálvlesandi venjast í at meta um møguligar vandamøguleikar og
taka neyðug trygdarstig, tá tey fáast við tól, evni og lívfrøðiligt tilfar. Eisini skal tann sjálvlesandi læra at for-
miðla royndararbeiði, hemndir at skriva frágreiðingar.
9.2 Hesi evnisøki em partar av skeiðinum
a) vistfrøði
b) arvalæra og menningarlæra
c) lívvirkisfrøði
d) lívevnisfrøði
9.3 Tann lesandi skrivar 8-10 frágreiðingar.