Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 71
219
7.7 Næmingamir gera royndir, ið svara til umleið 30 pultstímar.
Innihaldið í undirvísingini
8.1 Undirvísingin fevnir um:
1) Arvalæru og evolutión
Undirvísingin skal tryggja, at næmingamir verða settir væl og virðiliga og breitt inn í arvafrøðiligt ástøði og
háttalag, íroknað arvalæm menniskjans, stovnsarvalæm, evolutiónsástøði og nýtslu av arvalæm í gransking og
framleiðslu. í undirvísingini verður viðgjørt mýla- og kyknugmndarlag arvalæmnnar. Hammframt verða við-
gjørd kyknudifferentiering og fosturmenning, arvamynstur, samspælið millum arv og umhvørvi, mutatiónir,
selektión, góðsking og gentøkni.
2) Lívvirkisfrøði
Lívvirkisfrøði menniskjans verður lýst nágreiniliga, og dømi verða givin um lívvirkisfrøðilig viðurskifti hjá
plantum og dýmm. Undirvísingin leggur dent á at vísa á bygnaðar- og virknaðarsambond, hvussu javnvág og
samspælið millum einstakling og umhvørvið verða hildin uppi. Mýla- og kyknulívfrøðiliga og vevnaðarlív-
frøðiliga gmndarlagið fyri lívvirkisfrøðiligum tilgongdum verða tikin við í undirvísingarevnini og í gongdina
av skeiðinum. í sambandi við lívvirkisfrøði menniskjans verða tættir við tilknýti til heilsufremjan, sjúkuatvold,
fyribyrging og viðgerð viðgjørd, umframt nýtsluna av læknafrøðiligari tøkni. f undirvísingini verða nágreini-
liga lýstar og viðgjørdar hesar tilgongdir: Evnaupptøka, evnaflutningur, evna- og orkuskifti, evnaútlát, rørsla
umframt lívfrøðilig javning í tilknýti til hormonir, nervaskipan og órinsskipan.
3) Vistfrøði
Vistfrøðiligir tættir verða nágreiniliga viðgjørdir innan fyri hesi lutartøki: Lívfrøðilig framleiðsla, tilfeingis-
nýtsla, umhvørvisdálking og náttúmumsiting. Evnini skulu í eini heild tryggja innlit í vistfrøðilig ástøði, hátta-
løg og fyrimyndir. Hammframt em við dømi um, hvussu dýr og plantur laga seg eftir umhvørvinum. I undirvís-
ingini verður nágreiniliga lýst og viðgjørt bmtto- og nettoframleiðsla, evnaringræsir og orkuskifti, visteitur-
frøði, stovnslívfrøði, atferðarlívfrøði umframt menning og berievni hjá vistskipanum.
4) Lívevnafrøði
Lívevnafrøði og lívalisfrøði em fastur partur av undirvísingini í teimum valdu evnunum og skeiðgongdunum. í
undirvísingini verður viðgjørdur bygnaður og virki hjá kolhydratum, fitievnum, proteinum og kjamusýmm.
Hammframt verður tikið við kveikavirksemi, mýlskar flutningstilgongdir, kemosyntesa, fotosyntesa, protein-
syntesa, tann intermediera evnabroytingin umframt lívevnafrøðiligir greiningarhættir.
5) Valfrí verkætlan
Næmingamir velja eina verkætlan, sum teir arbeiða við í einum tíðarskeiði, ið svarar til umleið 30 pultstímar.
Arbeitt verður vanliga í bólkum og endar tað við eini frágreiðing, ið svarar til tvær vanligar starvsstovufrágreið-
ingar, ella til eitt evni í tí nágreiniliga lisna tilfarinum, í vavi umleið 30-40 síður.
Próvtøkan
9.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka við fyrireiking. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá er veg-
leiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman.
9.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum tað nágreiniliga lisna tilfar-
ið svarandi til 160-200 síður umframt tað royndararbeiðið, ið hoyrir við. Valfría verkætlanin er partur av próv-
tøkupensum.
9.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum eitt nágreini-
liga lisið tilfar svarandi til umleið 240 síður umframt tað royndararbeiði, ið hoyrir til møguliga frá einum starvs-
stovuskeiði, sí fylgiskjal 35. Valfría verkætlanin er partur av próvtøkupensum.
9.4 Loyvdir hjálparmiðlar eru bøkur, yvirlit og annað tilfar, sum stendur á skjalinum fyri lesipensum og próv-
tøkuuppgevingar. Harumframt egnar uppskriftir og royndarfrágreiðingar, umframt lummaroknari og fremm-
andaorðabók.
9.5 Próvtakarin fær ein próvtøkuspuming. Próvtøkuspumingurin skal vanliga hava neyvari undirspumingar
umframt kend og ókend fylgiskjøl (t.d. talvur, myndir ella tól). Royndararbeiðið og valfría verkætlanin skulu
við hóskandi tyngd vera partur av próvtøkuspumingunum.
10. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.