Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 13
161
Partar av undirvísingini kunnu leggjast soleiðis til rættis, at ávíst evni (tema) verður lyst í síni heild.
15.3 Stórur dentur skal leggjast á alisfrøðiligar royndir og tað at máta. Royndir, sum næmingamir sjálvir gera
og skriva royndarfrágreiðing um, skulu fevna um einar 25 pultstímar. Næmingamir skriva 6 royndarfrágreið-
ingar hvør á einar 3-8 síður (fylgiskjøl ikki íroknað). Hemmframt verður mælt til at gera eina størri roynd (6-8
tímar), har næmingamir í felag skriva royndarfrágreiðing, sum í arbeiðsbyrði íalt svarar til eina frágreiðing fyri
hvønn næming. Verður eingin størri roynd gjørd, skriva næmingamir í staðin íalt 6 + 2 = 8 vanligar royndarfrá-
greiðingar hvør.
15.4 Arbeiðið við alisfrøðini fevnir eisini um uppgávurokning, bæði í tímunum og sum sjálvstøðugt næminga-
avrik.
15.5 Undirvísingin verður løgd til rættis við atliti at undirvísingini í læmgreinini alis-evnafrøði í øðmm flokki.
Somuleiðis verður undirvísingin løgd til rættis við atliti at øðmm læmgreinum. EDV skal vera partur av undir-
vísingini. í sambandi við arbeiðið við royndum kann EDV verða nýtt sum amboð, tá ið tað snýr seg um at fáa
til vegar mátingar, viðgera mátingar og samlát, eins og til stýring og eftirlit.
Innihaldið í undirvísingini
16.1 Høvuðsevnini em:
1) Mekanikkur
Rørsla eftir beinari linju við javnari ferð. Rørsla eftir beinari linju við javnari acc. Kraft, arbeiði og effekt.
Lógir Newtons. Mekanisk orka.
2) Ellæra
Ringrásir við lineemm komponentum, løðing, streymmegi, spenningsmunur, resistanur, elektromotorisk
kraft, elektrisk orka og effekt. Dømi um ikki-lineerar komponentar.
3) Aldulæra
Um aldur og støddir, ið knýttar em at aldum. Sveiggtíð, frekvensur, sveigvídd, aldulongd og ferð. Super-
positión og interferensur. Afturkasting og bróting. Ljóð og hoym. Ljós sum dømi um elektromagnetiskar
aldur. Optiskt gittar og spektur.
4) Serevni
Um leið 10 tímar verða nýttir at lesa eitthvørt serevni, sum næmingar og lærari velja í felag.
Stundir skulu vera at taka samanum viðgjørdu evnini, til at vísa á samanhang og heildarfatan.
16.2 Heiti, tekn og eindir verða sum heild at nýta sum fyriskrivað í alisfrøðiligum formlasavni, sum Lands-
skúlafyrisitingin hevur góðkent.
Próvtøkan
17.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og til-
farsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
17.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið 2/3 av lisna tilfarinum. Dentur
verður lagdur á at geva upp royndarfrágreiðingar, ið hava tilknýti til uppgivna tilfarið.
17.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp alt lisna tilfarið og allar
royndarfrágreiðingamar, møguliga frá starvsstovuskeiði, sí fylgiskjal 35.
17.4 Loyvdir hjálparmiðlar í sambandi við próvtøkuna em: bøkur, talvur, uppgávur, royndarfrágreiðingar og
annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt ella er skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, sum hava verið
nýtt í sambandi við uppgivnu royndimar. Lummaroknari.
17.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur eisini
ábyrgdina av, at bøkur í uppgivna pensum em til taks í fyrireikingarhølinum. Øðmm loyvdum hjálparmiðlum
hevur próvtakarin ábyrgd av at hava við.
17.6 Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum spumingi. Spumingurin kann fevna um fleiri partar av uppgivna
tilfarinum, og spumingamir skulu fevna um alt tað uppgivna pensum. Undir próvhoyringini kunnu verða nýtt-
ar talvur, myndir og aðrir hjálparmiðlar úr royndarfrágreiðingunum. Spumingamir skulu sum heild fevna um
royndartól við tilknýti til evnið. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær
uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur er ikki loyvt.
18. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.